Mainland, Orknoyar
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Mainland | |
|---|---|
| Landalæra | |
| Vídd | 523,25 km² |
| Vatn | - % |
| Umsiting | |
| Land | |
| Íbúgvalæra | |
| Fólkatal | 15.315 (2001) |
| Íbúgvatættleiki | 29,3 /km² |
Mainland (norrønt Meginland) er størsta oyggin í Orknoyum. Einastu býirnir í Orknoyggjum, Kirkwall og Stromness, liggja báðir á Mainland, sum eisini er eitt knútapunkt fyri ferðsluna til og frá oyggjunum, við ferjuhavnum og flogvølli.
Tríggir fjóðringar av íbúgvunum í Orknoyggjum búgva á Mainland.
Í gomlum døgum var oyggin eisini kalla Hrossey sum merkir «Rossa-oyggin». Oyggin varð eisini stundum kallað Pomona (ella Pomonia), eftir eini feiltýðing frá 1500-talinum, men hetta heitið hevur sjáldan hevur verið nýtt lokalt.