Magellans-Suðurbók

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tekning av plantu, savnað inn av HMS Endeavour á Eldlandinum (Tierra del Fuego), 1769.

Magellans-Suðurbók ella Magellan'sa Suðurbók (frøðiheiti - Nothofagus betuloides) (spanskt Guindo), er eitt veturgrønt træ, ið er upprunavøkstur í Suður Patagonia.

Í 1769 tók Sir Joseph Banks eitt træ av Eldlandinum (Tierra del Fuego) á fyrstu ferðini hjá James Cook, og hevði tað við sær heimaftur.

Útbreiðsla[rætta | rætta wikitekst]

Magellans Suðurbók veksur frá Suður Kili (Chile) og Argentina 40°S og suður á Eldlandið (56° S), træið tolir frost niður í 20°C, og veksur frá sjóvarstrond upp í 500 metra hædd. Træið er veturgrønt og kann gerast upp í 25 metur til hæddar, steyrrætt, og tolir bæði vetrarkulda og væntandi summarhita.

Gróðurseting[rætta | rætta wikitekst]

Magellans Suðurbók er gróðursett í serliga Skotlandi og Føroyum her hon vísir seg at vera fullkomiliga harðfør.

Viðurin hevur vøkur eyðkenni, er reydligur á liti, harður, hálvtungur og verður brúktur í møbla-ídnaðinum.