Madeleine prinsessa av Svøríki
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Madeleine (fødd 10. juni 1982 í Drottningholm) er triðja og yngsta barnið hjá Carl Gustafi kongi og Silviu drotning og triðja í røðini at arva svensku trónuna eftir systkini Victoriu krúnprinsessu og Carl Philip prins. Madeleine er 27 ára gomul og hevur prógv frá lærdum háskúla í listasøgu, fólkalívsfrøði og nútíðarsøgu.