M/S Scandinavian Star

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

M/S Scandinavian Star var ein 141,6 metrar long bil- og ferðafólkaferja á 10.513 bruttoregistartons, ið var bygd í Fraklandi í 1971.

Vanlukkan[rætta | rætta wikitekst]

Um náttina tann 7. apríl í 1990 kom eldur í ferjuna M/S Scandinavian Star, sum sigldi ímillum Oslo og Frederikshavn. Vanlukkan kravdi 159 mannalív. Tað eru nógvar ávísingar sum benda á, at eldurin var ásettur, men enn er ikki uppklárað, hvør ella hvat kyndi eldin, ið elvdi til syrgiligu vanlukkuna.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið