Mývatn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Mývatn

Mývatn, sum liggur á norðurlandinum í 300 metra hædd, er 4. størsta vatn í Íslandi. Tað er 37 km2 til støddar, og er 4 metrar djúpt í tí djúpasta. Navnið Mývatn hevur tað fingið, tí har eru so nógvir og stórir mýggjabitar um summarið. Av tí at vatnið er so grunt, eru góðar liviumstøður hjá bæði fugli, fiski og plantum. Og fyri at umhvørvið ikki skal oyðileggjast av fólki, er vakt á økinum altíð.

Fuglar í túsundatali og av øllum sløgum hava Mývatn økið sum búpláss. Í vatninum eru eisini nógv síl, og ein á, sum rennur úr Mývatni, Laksá, er ein tann besta laksaáin í Íslandi. Nógv ferðafólk, bæði íslendingar og útlendingar, vitja Mývatn, sum er eitt sera kent og vakurt útferðarpláss í Íslandi.