Málið um hallið á Strandfaraskipum Landsins í 2013

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Smyril er tað størsta av skipunum hjá Strandferðsluni

Málið um hallið á Strandfaraskipum Landsins í 2013 byrjaði hin 15. desember 2013.

Gongdin í málinum[rætta | rætta wikitekst]

Fíggjarstjórin sendi ein teldupost til Løgtingsins Fíggjarnevnd[rætta | rætta wikitekst]

Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarstjóri á Strandfaraskipum Landsins, sendi ein teldupost til Løgtingsins Fíggjarnevnd 15. des. 2013.

Tað byrjaði sum eitt mál um eitt fíggjarligt hall og manglandi játtan á Strandfaraskipum Landsins. Málið byrjaði við, at Hans Petur Joensen, sum tá var fíggjarleiðari á Strandfaraskipum Landsins, sendi ein teldupost til limirnar í Løgtingsins Fíggjarnevnd sunnukvøldið hin 15. desember 2013, har hann kunnaði um fíggjarligu støðuna á Strandfaraskipum Landsins. Hetta gjørdi hann uttanum stjóran, eftir at leiðslan hevði havt eitt langt samskifti við Vinnumálaráðið um manglandi játtan til stovnin. Játtanin var 147 milliónir í 2012 og minkaði til 139 milliónir í 2013. Stovnurin megnaði ikki at halda játtanina, og 4,4 milliónir komu at resta í játtanini, tvs. at stovnurin kom til at brúka meira enn játtanin loyvdi. Í teldupostinum kunnaði Hans Petur Joensen m.a. Fíggjarnevndina soleiðis: Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur hildið týðandi upplýsingum aftur, tá hann kunnaði fíggjarnevndina hjá Løgtinginum um støðuna hjá Strandferðsluni.[1]

Morgunin eftir var málið longu í føroysku fjølmiðlunum og sama dag fór táverandi stjórin á Strandferðsluni, Bogi Mortensen, til hús og bleiv sjúkrameldaður í 3 vikur. Johan Dahl vísti ákærunum aftur og segði, at: Skuldsetingarnar hava ikki hald í veruleikanum. Fíggjarstjórin legði Vinnumálaráðið undir at hava givið honum munnkurv og steðga sparingum, ið stovnurin ætlaði at fremja fyri at halda játtanina. Vinnumálaráðið svaraði aftur við at siga, at tølini hjá stovninum ikki hingu saman, og at ein grannskoðari skuldi granska roknskaparhaldið. Longu tá fíggjarkarmarnir fyri 2013 vórðu gjørdir í 2012, vísti Strandferðslan á, at sparingar máttu til fyri at fáa alt at hanga saman. Fíggjarnevndin bað landsstýrismannin um eina frágreiðing, og 6. november 2012 kom uppskot til svar frá Strandferðsluni. Tá Vinnumálaráðið sendi svarið til fíggjarnevndina, var tað munandi stytt. Millum annað varð eitt brot, har sparingar upp á 4,8 milliónir krónur verða nevndar, strikað og umorðað.[2]

Brot úr grein, sum Georg L. Petersen skrivaði fyri Aktuelt.fo hin 18. desember 2013:

"Ein mánað seinni var fíggjarleiðarin í samskifti við Vinnumálaráðið – stjórin var sjúkur – og nevndi, at hann ætlaði at boða starvsfólkunum frá sparingum. Vinnumálaráðið svarar eitt sindur ullint aftur, og helt at tað ljóðaði at vera nakað ógvusligt. Ráðið helt, at Strandferðslan hevði gloymt, at játtanin til olju var økt og at stjórin hevði sagt, at ein ítøkilig meirútreiðsla upp á 500.000 krónur kundi klárast innanfyri raksturin. Úrslitið varð, at einki hendi. Fíggjarleiðarin skilti tað sum at hann fekk munnkurv og ikki slapp at seta tiltøkini í verk. Úrslitið er eitt stórt hall í 2013, hóast fleiri aðrar “lættari” sparingar eru settar í verk. Tað er næstan vónleyst út frá skjølum og viðmerkingum at síggja, hvussu stórt tað stóra undirskotið er.

Sparingarnar gera ongan mun, tí óvæntaðar útreiðslur gerast tilsvarandi størri. Í einum brævi 6. desember í ár útgreinar Strandferðslan, hví eykaútreiðslurnar gjørdust 5,6 milliónir krónur.

Vinnumálaráðið er av tí sannføring at okkurt má vera galið, tí Strandferðslan hevur spart 4 milliónir krónur í olju og hevur havt ein inntøkuvøkstur upp á 1,3 milliónir krónur, ella samanlagt 5,3 milliónir krónur. Tí eigur undirskotið ikki at vera meira enn 400.000 krónur, sambært Vinnumálaráðnum, sum velur at skjóta aftur ímóti Strandferðsluni og óbeinleiðis leggja stovnin undir ikki at hava skil á sínum viðurskiftum."

Stjórin og fíggjarleiðarin offraðir[rætta | rætta wikitekst]

Hans Johannes á Brúgv var settur stjóri fyri Strandferðsluna, 18. desember 2013, hann handaði eina skrivliga ávaring til Hans Petur Joensen 10. januar 2014. Hin 13. januar 2014 fór Bogi Mortensen frá sum stóri við fráfaringaravtalu.[3] Regin I. Jakobsen varð settur fyribilsstjóri og røkti starvi til Hilmar Eliasen var settur sum stjóri frá 1. juni 2014.[4] Hin 13. august 2014 varð Hans Petur Joensen sendur til hús við ætlanarskrivi um uppsøgn og 30. september fór hann frá við fráfaringaravtalu.

Jón Brian Hvidtfeldt skrivaði m.a. á in.fo hin 22. august 2014:

"Tá tað stóð greitt, at játtanin til Strandferðsluna fyri 2013 ikki fór at halda, boðaði Hans Petur Joensen í vetur Fíggjarnevndini hjá løgtinginum frá støðuni á stovninum. Tað gjørdi fíggjarleiðarin uttan um sín stjóra, sum í kjalarvørrinum av málinum varð sendur til hús. Grannskoðaði roknskapurin fyri 2013 vísti seinni eitt undirskot á 4,4 milliónir krónur í mun til játtanina." [5]

Johan Dahl kærdur til Landsstýrismálanevndina[rætta | rætta wikitekst]

Johan Dahl, mynd: Magnus Fröderberg, Norden.org

Hin 6. mai 2014 skrivaði kvf.fo, at andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Framsókn ynsktu at leggja fram uppskot um misálit móti Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum fyri hansara handfaring av málinum um Strandferðsluna í 2013. Men av tí, at tey ikki væntaðu, at tey fingu meirluta fyri einum misáliti, valdu flokkarnir í staðin at kæra landsstýrismannin fyri Landsstýrismálanevndina fyri embætisførslu hansara í samband við málið um fíggjarligu viðurskiftini á Strandferðsluni.[6] Tað er vanligt, at Landsstýrismálanevndin er mannað av trimum tinglimum, einum úr andstøðuni og tveimum úr samgonguni. Løgtingslimirnir ið mannaðu nevndina vóru: Sirið Stenberg, Tjóðveldi, sum forkvinna og Eivin Jacobsen, Sambandsflokkurin og Joen Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin sum limir í nevndini. Vinnumálaráðið og Strandfaraskip Landsins vóru biðin um at senda nevndini øll relevant skjøl í málinum. Hin 23. juni skrivaði Áki Bertholdsen á in.fo, at eingin avgerð fór at verða tikin um Johan Dahl fyrrenn á heysti 2014, og at tað fór at verða drúgt at kanna, um hann hevði brotið lógina og hildið sínar skyldur. Hann skrivaði um kæruna m.a. soleiðis:

"Í kæruni vísa teir á, at grannskoðararnir hjá løgtinginum hava átalað hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.

Teir átala eisini hvassliga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ið ráðið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar."[7]

Andstøðuflokkarnir á Tingi vildu hava landsstýrismálanevndina at taka støðu til hesar fimm spurningarnar:

  • Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt.
  • Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina.
  • Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um landsins játtanarskipan.
  • Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins.
  • Hvørt landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av hesum málinum.

Uppskot um misálit móti Johan Dahl, landsstýrismanni[rætta | rætta wikitekst]

Hin 4. november 2014 løgdu andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi fram uppskot um misálit móti Johan Dahl, landsstýrismanni. Uppskotið varð felt av samgonguni, tó atkvøddu 3 fólkafloksmenn ikki fyri: Jákup Mikkelsen atkvøddi fyri uppskotinum, Brandur Sandoy og Rodmundur Nielsen atkvøddu blankt, 17 atkvøddu ímóti, 14 fyri og 2 blankar atkvøður. Hans Petur varð í 2014 av føroyskum fjølmiðlum sagdur at vera ein varskógvari, tað sum á enskum eitur whistleblower, av tí at hann boðaði frá um viðurskifti á sínum arbeiðsplássi, ið hann metti vóru ikki í lagi, eftir at boðað varð frá á røttum stað ferð eftir ferð.[8]

Frágreiðing frá Johan Dahl og viðgerð av uppskoti um misálit[rætta | rætta wikitekst]

Undir orðaskiftinum í Løgtinginum 4. november 2014 løgdu løgmaður og fleiri av samgongutinglimunum eftir Strandferðsluni og søgdu, at har var manglandi fíggjarlig stýring á Strandferðsluni
 2013, og at tað ikki passaði at landsstýrismaðurin onki hevði gjørt. Hetta var sagt sum aftursvar til andstøðuna, ið hevði ført fram, at landsstýrismaðurin onki hevði gjørt fyri at minka um hallið á Strandferðsluni og heldur ikki bað um eykajáttan frá Løgtinginum, hóast leiðslan líka síðan ársbyrjan hevði boðað Vinnumálaráðnum frá, at játtanin á 139 milliónir, sum var skerd við 8 milliónum í mun til játtanina 2012, fór ikki at halda, uttan so at sparingar vóru settar í verk. Sambært Hans Petur Joensen noktaði VMR leiðsluni á Strandferðsluni at seta sparingar í verk. Hetta játtaði landsstýrismaðurin eisini í Degi og viku, har hann segði, at hann fekk ikki undirtøku í samgonguni fyri at skerja túratali hjá ferjunum og hann fekk heldur ikki undirtøku fyri, at seta ferðaseðlaprísirnir upp.

Sambandsflokkurin bað um eina frágreiðing frá Johan Dahl, áðrenn uppskotið um misálit móti landsstýrismanninum kom til viðgerðar í Løgtinginum. Í frágreiðingini førdi Johan Dahl fram, at tað var manglandi fíggjarlig stýring á Strandferðsluni
, og so nevndi hann nøkur dømir um tað.[9]

Løgmaður og fleiri av løgtingslimunum úr samgonguni nýttu sum høvuðsargument fyri at forsvara Johan Dahl, at landsstýrismaðurin ikki hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, av tí at bókhaldið hjá Strandferðsluni ikki var dagført, og at landsstýrismaðurin harvið ikki kundi líta á tølini, ið hann fekk frá stovninum. Leiðslan á Strandferðsluni hevði ikki møgulleika fyri at forsvara seg. Sambært in.fo, fór ein av løgtingslimunum, Joen Magnus Rasmussen út um mark, tá hann nevndi Hans Petur Joensen við navni, og nevndi nøkur viðurskifti ið vóru persónlig og ikki alment og heldur ikki hava verið frammi alment. Hans Petur Joensen skrivaði eitt bræv til løgtingsformannin og Sirið Stenberg, forkvinnu í Landsstýrismálanevndini, har hann m.a. segði at:

Hetta er ólógligt, tí hetta er brot á tagnarskyldina. Men tað er eisini groft brot á rættartrygdina hjá landsins borgarum. In.fo skrivaði um málið og skrivar m.a.:

Hann tók mín persón fram á Tingsins røðarapalli og vísti til orsøkina til, at eg skuldi sigast úr starvi sum fíggjarleiðari á Strandferðsluni, sigur Hans Petur Joensen. Heilt orðarætt segði Joen Magnus Rasmussen: ”At Hans Petur Joensen er farin til hús av heilt øðrum orsøkum og ikki er koyrdur til hús av landsstýrismanninum, tað er heilt eitt annað mál".

Hans Petur Joensen sigur, at hann skilir nú, at Joen Magnus Rasmussen hevur fingið innlit í hansara persónsmál á Strandferðsluni og veit, hvat stendur í hoyringsskrivinum um uppsøgn, sum hann fekk frá stjóranum. - Hetta er eitt skriv, sum er latið mær í trúnaði og sum ongantíð hevur fingið virknað, tí eg valdi at gera fráfaringaravtalu áðrenn, sigur Hans Petur Joensen.[10]

Johan Dahl segði tingfólki/tingfólkum frá um persónsmálið hjá HPJ[rætta | rætta wikitekst]

Joen Magnus Rasmussen vildi ikki upplýsa fyri in.fo 7. november 2014, hvar hann hevði upplýsingarnar um persónsmálið hjá Hans Petur Joensen frá, hann segði at hann var harmur um, at hann hevði sagt tað, og at tað var betur ósagt.[11] Sama dag hevði útvarpið hjá Kringvarpinum samrøðu við Joen Magnus Rasmussen, og tá segði hann, at hann hevði hoyrt tað frá Johan Dahl landsstýrismanni. Lansstýrismaðurin átti tó ikki at vita nakað um, hvat ið stóð í hoyringsskrivinum um uppsøgn til Hans Petur Joensen, fyri tað fyrsta tí at talan var um persónsmál, sum er í trúnaði og millum stjóran og starvsfólkið og fyri tað næsta, so kom brævið ongantíð í gildi, tí Hans Petur Joensen varð ikki uppsagdur men fór frá við fráfaringaravtalu í staðin.[12]

Hin 10. november 2014 hevði Kringvarpið samrøðu við Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni. Hilmar játtaði, at hann hevði givið landsstýrismanninum innlit í persónsmálið hjá Hans Petur Joensen. Kvf.fo skrivaði:

"Stjórin á Strandfaraskipum Landsins sigur, at hann hevur greitt Johan Dahl, landstýrismanni í vinnumálum, frá, hvat stendur í hoyringarskrivinum, sum hann hevur givið Hans Peturi Joensen í sambandi við, at hann skuldi koyrast úr starvi sum fíggarligur leiðari á Strandferðsluni. Hann heldur, at tað er náttúrligt at kunna landstýrismannin, tá ein so týdnignarmikil persónur fer frá.

Hans Petur Joensen heldur, at talan er um, at upplýsingar um hann eru latnar fyri at dálka sín persón, og hann kennir seg forfylgdan."

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið, varð sagt í tíðindunum 10. november 2014 á middegi.[13]

Kjak av varskógvaraskipan innan tað almenna[rætta | rætta wikitekst]

Í 2014 varð kjakast um, hvørt tað var relevant at seta á stovn eina varskógvaraskipan í Føroyum, tí at tað hevur víst seg at hava sera stórar persónligar avleiðingar fyri fólk, ið boða frá um óreglusemi á sínum arbeiðsplássi. Kringvarp Føroya viðgjørdi evni í sendingini Radarin hin 5. november 2014. Ein av luttakarunum í kjakinum var Kristina Háfoss, sum er løgfrøðingur og løgtingslimur, og sum stutta tíð áðrenn sendingina hevði lagt uppskot fram í Løgtinginum um at seta á stovn eina varskógvaraskipan í Føroyum.[14]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "aktuelt.fo - Vinnumálaráðið og Strandferðslan í hornatøkum. Greinin er skrivað av [[Georg L. Petersen]] hin 18. des. 2013". http://aktuelt.fo/vinnumalaradid+og+strandferdslan+i+hornatokum.html. Heintað 2014-11-07. 
  2. "aktuelt.fo - Vinnumálaráðið og Strandferðslan í hornatøkum. Greinin er skrivað av Georg L. Petersen hin 18. des. 2013". http://aktuelt.fo/vinnumalaradid+og+strandferdslan+i+hornatokum.html. Heintað 2014-11-07. 
  3. sudurras.fo - Stjórin á SSL, Bogi Mortensen, er farin úr starvi
  4. "vinnuvitan.fo - Hilmar Eliasen nýggjur stjóri í SSL". http://www.vinnuvitan.fo/hilmar-eliasen-nyggjur-stjori-i-ssl/. Heintað 2014-11-07. 
  5. "in.fo - Fíggjarleiðarin offraður. Skrivað hevur Jón Brian Hvidtfeldt hin 22. aug. 2014". http://www.in.fo/news-detail/news/figgjarleidarin-offradur/?L=0oral.fo&cHash=e58516972a01c7d10057b2b64df6bcef. Heintað 2014-11-07. 
  6. kvf.fo - Kæra Johan Dahl til landsstýrismálanevndina
  7. "in.fo - Eingin avgerð um Johan Dahl fyrrenn í heyst". http://www.in.fo/index.php?id=42&tx_news_pi1%5Bnews%5D=13585&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=376548ceff700e0d70e409ecf64ec5ea. Heintað 2014-11-07. 
  8. kvf.fo - Radarin: Tá tað kostar ov nógv at varskógva
  9. "in.fo - Niðurstøðan sum bjargaði Johan Dahl, skrivað hevur Eirikur Lindenskov 4. november 2014". http://www.in.fo/news-detail/news/nidurstoedan-sum-bjargadi-johan-dahl/. Heintað 2014-11-17. 
  10. "in.fo - Følir seg hongdan út alment av løgtingsmanni". http://www.in.fo/news-detail/news/foelir-seg-hongdan-ut-alment-av-loegtingsmanni/. Heintað 2014-11-17. 
  11. "in.fo - Hatta eri eg ógvuliga harmur um". http://www.in.fo/news-detail/news/hatta-eri-eg-ogvuliga-harmur-um/. Heintað 2014-11-17. 
  12. "in.fo - Følir seg hongdan út alment av løgtingsmanni". http://www.in.fo/news-detail/news/foelir-seg-hongdan-ut-alment-av-loegtingsmanni/. Heintað 2014-11-17. 
  13. kvf.fo - Strandferðslustjórin fortaldi Johan Dahl um skriv
  14. "in.fo - Persónligu avleiðingarnar eru ógvusligar. Uppskot verður nú lagt fyri Løgtingið um at verja starvsfólk, sum boða frá óregluligum viðurskiftum á sínum arbeiðsplássi. Skrivað hevur Áki Bertholdsen hin 3. november 2014.". http://www.in.fo/index.php?id=42&tx_news_pi1%5Bnews%5D=173513&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=89a908fd20c32a7119a75c57e4d42b4f. Heintað 2014-11-17.