Ludo (filmur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ludo var frumsýndur í Norðurlandahúsinum hin 11. sep. 2014.

Ludo er ein føroyskur spælifilmur uppá 71 minuttir. Tað er Katrin Ottarsdóttir, ið hevur skrivað leikhandritið og leikstjórnað filmin. Filmurin varð fyrstu ferð sýndur hin 11. september 2014 í Norðurlandahúsinum í Havn.[1] Tað eru tríggir høvuðsleikarar í filminum, mamman, pápin og dóttirin. Lea Blaaberg spælir dóttrina, Hildigunn Eyðfinsdóttir spælir mammuna og Hjálmar Dam spælir pápan. Harafturat eru tveir hjáleiklutir, læknin og kona læknan, Bárður Persson spælir leiklutin sum læknin, meðan Gunnvá Zachariasen spælir leiklutin sum kona læknan. Edvard Fuglø stóð fyri pallsniðinum, Jón Mc Birnie stóð fyri ljóðinum, Hugin Eide stóð fyri framleiðsluni av filminum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. bluebirdfilm.dk