Love Me Do

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Love Me Do er ein eldri Lennon/McCartney sangur. Hesin sangur var fyrsta single útgivin av The Beatles og á B-síðuni var sangurin "P.S. I Love You". Singlin kom út 5. oktober í 1962 og steig upp á 17. pláss í Onglandi; Í 1982 var hon endurútgivin og rakk tá upp á 4. pláss. Í USA bleiv hon nummar eitt í 1964.