Lotte Friis
Lotte Friis (fødd 9. februar 1988) er ein av bestu svimjarum í Danmark (2011). Hon hevur bestu úrslit frá longu teinunum í frísvimjing. Hin 28. november 2009 setti hon heimsmet í 1500 m frí á stuttbana. Í 2007 setti hon 3 norðurlendsk met í 400 m, 800 m og 1500 metrum frí. Seinni hevur hon betra hesi met fleiri ferðir. Í 2008 luttók hon í Olympisku Leikunum í Beijing, har vann hon bronsu í 800 m frí. Lotte Friis hevur eisini vunnið heimsmeistaraheitið á langbana, tað gjørdi hon í 2009, tá hon vann gull í 800 m frí. Hon gjørdist tá fyrsti dani, ið vann heimsmeistaraheitið á langbana. Í 2011 luttók hon á heimsmeistara svimji stevnu í Shanghai, hon gjørdist heimsmeistari í 1500 m frí á langbana við tíðini 15:49.59. Harumframt vann hon silvur í 800 m frí við tíðini 8:18.20.[1]
Altjóða úrslit [rætta]
- 2003: Bronsu á EM fyri juniorar í 800 m frí
- 2004: Silvur á EM fyri juniorar í 800 m frí
- 2004: Silvur á EM á stuttbana í 800 m frí
- 2007: Gull á EM á stuttbana í 800 m frí
- 2008: Bronsu á EM á langbana i 1500 m frí
- 2008: Bronsu á OL í 800 m frí
- 2008: Bronsu á EM á stuttbana í 800 m frí
- 2009: Gull á HM á langbana í 800 m frí og silvur í 1500 m frí
- 2009: Heimsmet í 1500 m frí á stuttbana
- 2010: Gull á EM á langbana í 800 m frí og í 1500 m frí
- 2011: Gull á VM á langbana í 1500 m frí og silvur í 800 m frí[2]
Keldur [rætta]
- ↑ Omegatiming.com, 14th FINA WORLD CHAMPIONSHIPS, Shanghai (CHN), 16 - 31 July 2011, Women's 800m Freestyle
- ↑ Omegatiming.com