Listi yvir fólkatingslimir úr Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Listi yvir fólkatingslimir sum umboða Føroyar tekur øll umboð við, sum eru vald til danska Fólkatingið úr Føroyum. Frá 1849 til 1953 var Fólkatingið eitt av tveimum kømrum í Ríkisdegnum; hitt kamarið var Landstingið. Føroyar valdi eitt umboð til hvørt kamarið, og síðan 1953 velur Føroyar tvey umboð til Fólkatingið. Tað hevur verið vanligt fyri føroysk umboð at hava tilknýti til fólkatingsbólkin hjá ein donskum politiskum flokki, men eisini í nýggjari tíð finnast tað undatøk. Umboð fyri Tjóðveldi eru vanliga ikki við í nøkrum fólkatingsbólki hjá einum donskum flokki. Teir sum í løtuni (2011-) umboða Føroyar á Fólkatingi eru Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, teir eru við í fólkatingsbólkunum hjá ávikavist Venstre og Socialdemokraterne.


Fólkatingið áðrenn 1953[rætta | rætta wikitekst]

Navn Flokkur Knýttur at Tíðarskeið Viðmerkingar
Niels Christopher Winther Uttanflokka 1851–1857
Enok Bærentsen Uttanflokka 1857–1858
Hans Christopher Müller Uttanflokka 1858–1864
Johannes Petersen Uttanflokka 1864–1866
Jacob Andreas Lunddahl Uttanflokka 1866–1869
Oliver Petræus Effersøe Uttanflokka 1869–1872
Bærent Bærentsen Uttanflokka 1872–1884
Johan Henrik Schrøter Uttanflokka 1884–1887
Hans Christopher Müller Uttanflokka 1887–1890
Thomas Thomsen Uttanflokka 1890–1898
Klæmint Olsen Uttanflokka 1898–1901
Jóannes Patursson Uttanflokka Venstrereformpartiet 1901–1906
Oliver Effersøe Sambandsflokkurin Venstre 1906–1913 Venstrereformpartiet áðrenn 1909
Andrass Samuelsen Sambandsflokkurin Venstre 1913–1915
Edward Mitens Sjálvstýrisflokkurin 1915–1918
Andrass Samuelsen Sambandsflokkurin Venstre 1918–1939
Johan Poulsen Sambandsflokkurin Venstre 1939–1943
Thorstein Petersen Fólkaflokkurin Konservative Folkeparti 1943–1950 Møtti ikki til fundir eftir 1947 (boykott)
Peter Mohr Dam Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 1948–1953
Johan Poulsen Sambandsflokkurin Venstre 1950–1953

Landstingið áðrenn 1953[rætta | rætta wikitekst]

Navn Flokkur Tilknýtið til Tíðarskeið Viðmerkingar
Johan Hendrik Weihe Uttanflokka 1851–1853
Carl Emil Dahlerup Uttanflokka 1855–1863
Peter Holten Uttanflokka 1862–1865
Andreas Christian Lützen Uttanflokka 1863–1864
Hans Christopher Müller Uttanflokka 1865–1886
Harald Emil Høst Uttanflokka 1884–1890
Klæmint Olsen Uttanflokka 1886–1894
Fríðrikur Petersen Uttanflokka 1894–1902
Christian Bærentsen Uttanflokka Venstrereformpartiet 1902–1906
Fríðrikur Petersen Sambandsflokkurin Venstre 1906–1914
Oliver Effersøe Sambandsflokkurin Venstre 1914–1915
Fríðrikur Petersen Sambandsflokkurin Venstre 1915–1917
Andrass Samuelsen Sambandsflokkurin Venstre 1916–1917 Varalimur
Jóannes Patursson Sjálvstýrisflokkurin Radikale Venstre 1918–1920
Oliver Effersøe Sambandsflokkurin Venstre 1920–1928
Jóannes Patursson Sjálvstýrisflokkurin Ikki knýttur at donskum flokki 1928–1936
Oliver Effersøe Sambandsflokkurin Venstre 1929–1933
Oliver Effersøe Sambandsflokkurin Venstre 1936–1953 Doyði í 1953
Hans Iversen Sambandsflokkurin Venstre 1953 Varalimur

Fólkatingið eftir 1953[rætta | rætta wikitekst]

Navn Flokkur Tilknýtið til Tíðarskeið Viðmerkingar
Johan Poulsen Sambandsflokkurin Venstre 1953–1964
Peter Mohr Dam Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 1953–1957
Hákun Djurhuus Fólkaflokkurin Konservative Folkeparti 1957–1960
Johan Nielsen Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 1960–1964
Peter Mohr Dam Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 1964–1967
Poul Andreasen Fólkaflokkurin Konservative Folkeparti 1964–1968
Johan Nielsen Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 1967–1984 Varalimur
Hákun Djurhuus Fólkaflokkurin Konservative Folkeparti 1968–1973
Erlendur Patursson Tjóðveldisflokkurin Ikki knýttur at donskum flokki 1973–1977
Pauli Ellefsen Sambandsflokkurin Venstre 1977–1987
Jacob Lindenskov Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 1979–1984
Johannes Martin Olsen Sambandsflokkurin Venstre 1979–1998 Varalimur
Óli Breckmann Fólkaflokkurin Konservative Folkeparti 1984–2001
Jacob Lindenskov Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 1987–1988
Pauli Ellefsen Sambandsflokkurin Venstre 1988–1990
Atli Dam Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 1990–1994
Jacob Lindenskov Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 1990–1993 Varalimur
Edmund Joensen Sambandsflokkurin Venstre 1994–1998
Jóannes Eidesgaard Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 1998–2001
Høgni Hoydal Tjóðveldi Norðuratlantsbólkurin 2001–2011
Lisbeth L. Petersen Sambandsflokkurin Venstre 2001–2005
Tórbjørn Jacobsen Tjóðveldi Norðuratlantsbólkurin 2001–2004 Varalimur
Anfinn Kallsberg Fólkaflokkurin Konservative Folkeparti 2005–2007
Edmund Joensen Sambandsflokkurin Venstre 2007–
Sjúrður Skaale Tjóðveldi Norðuratlantsbólkurin 2007–2008 Varalimur
Sjúrður Skaale Javnaðarflokkurin Socialdemokraterne 2011–

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  • Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2 (manuelt framfunnið frá einstøku persónslýsingunum) (PDF-Download)