Lima
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Flagg | Kort |
|---|---|
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Vídd: | 804.3 km² |
| Íbúgvar (2006): | 7 819 436 |
| fyri km²: | 8,544/km² |
| Tíðarzona: | UTC -5 |
| Heimasíða: | munlima.gob.pe |
Lima er høvuðsstaður Perus. Næstan alt árið er ádrigið, mjørki og slavin luft í Lima. Kortini er fólkið nógv fjølgað seinastu árini. Nú búgva fleiri enn 7,8 milliónir har, tí fólk leita sær eftir arbeiði í býnum. Stættarmunurin er øgiligur; tey ríku búgva í nýggjum íbúðarhúsum ella forstaðarhúsum, tey fátæku búgva í ússaligum, ovfólkaðum fátækrabýlingum, nevndir calampas, ið verða reistir allastaðni í útryðjuni í býnum. Spanski hertakarin Francisco Pizarro grundaði býin í 1535.