Lena Anderssen
Lena Anderssen (fødd 26. september 1974 i Tórshavn) er ein føroysk-kanadisk songkvinna.
Lena hevur valt at útliva dreymin um eitt lív sum yrkistónleikari. Saman við manninum Niclas Johannesen hevur hon síðani seinnu helvt av nítiárunum roynt seg bæði uttanlands og í Føroyum. Í 2005 hava tey satsað miðvíst upp á danska marknaðin. Har hava tey spælt nógvar konsertir, givið út fløgu Can't Erase It, luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleiri frálík ummæli og hava verið á konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart.
Lagið Step On The Gas, av nýggju endurljóðblandaðu útgávuni av fløguni Can’t Erase It, hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark. Í løtuni (juni 2006) byrjar Can’t Erase It at verða spælt í donskum útvarpi.
Lena er nógv ment sum songkvinna, tekstskrivari og tónasmiður. Hennara inniliga rødd nemur við hjartað hjá mongum, tá hon syngur sínar søgur.
Innihaldsyvirlit |
Útgávur [rætta]
- Long Distance (1998)
- Can't Erase It (2005)
- Let Your Scars Dance (2008)
- Letters From The Faroes (2011)[1]
Heiður [rætta]
Lena Anderssen vann tríggjar Planet Awards heiðurslønir frá Miðlahúsinum í 2011.
- Planet Awards 2011 - Ársins songkvinna[2]
- Planet Awards 2011 - Ársins einstaklingur
- Planet Awards 2011 - Ársins útgáva
- Planet Awards 2008 - Ársins songkvinna
- Planet Awards 2007 - Besta útgáva: Let Your Scars Dance
Keldur [rætta]
Útvortis ávísing [rætta]
- LenaMusic.com (enskt)
- MySpace.com - Lena Anderssen (enskt)
- Asfalt.fo (føroyskt, kelda)
- Sangtekstir.com