Lars-Emil Johansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Lars Emil Johansen)

Lars Emil Johansen (føddur 24. september 1946) er grønlendskur politikari. Hann er yvirskipaður samskipari Norðuratlantsbólkinum. Hann varð føddur tann 24. september 1946 í Illorsuit í Grønlandi. Hann tók læraraprógv í Nuuk í 1970, og var limur í landsráði Grønland frá 1971-75. Landsráðið var eitt slag av grønlendskum amtsráðið áðrenn Grønland fekk heimastýrið 1979. Lars Emil sat hesi árini í Landsráðnum saman við mammu sínari.

Frá 1973 til 1979 var hann fólkatingslimur, umboðandi Grønland. Hesi árini arbeiddi hann miðvíst fyri, at Grønland skuldi fáa heimastýri. Í 1977 var hann millum teirra ið stovnaðu flokkin Siumut. Eftir at Grønland hevði fingið heimastýri, var Lars Emil Johansen limur í Landstingi Grønlands (tað sama sum løgtingið) frá 1979 til 1997. Frá 1979-1986 var hann landsstýrismaður í fiskivinnumálum og aðrari vinnu. Frá 1986-88 var hann fyristøðumaður á Sulisartut Háskúlanum. Frá 1991 til 1997 var hann grønlendskur landsstýrisformaður - tað, sum svarar til løgmaður í Føroyum. Frá 1997-2002 var hann varastjóri í Royal Greenland.