Løgmálaráðharrar í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Løgmálaráðharrin (ella landsstýrismaðurin í løgmálum) hevur verið ein ráðharrasessur í Føroya landsstýri fleiri ferðir síðan 1959. Frá 1994 til 1998 var ábyrgdarøkið býtt soleiðis, at rættar- og politimál vóru hjá einum landsstýrismanni, meðan lógarmál hoyrdu undir løgmanni. Sjálvstýris- og løgmálaráðið frá 1998 til 2004 má metast at vera eitt reint løgmálaráð tá hugsa verður um uppgávurnar, men hetta sást ikki aftur í navninum fyrr enn í september 2008. Síðan 26. september 2008 eru lógarmál løgd undir landsstýrismannin í innlendismálum.

Tíðarskeið Navn Flokkur Aðalráð
19591963 Hákun Djurhuus Fólkaflokkurin Skatta-, fiski- og løgmálaráðið
19631967 Erlendur Patursson Tjóðveldisflokkurin Fíggjar-, fiski- og løgmálaráðið
19701975 Eli Nolsøe Sambandsflokkurin Fiski-, handils- og løgmálaráðið
19751979 Jacob Lindenskov Javnaðarflokkurin Heilsu-, almanna-, ídnaðar- og løgmálaráðið[1]
19791981 Vilhelm Johannesen Javnaðarflokkurin Heilsu-, almanna-, ídnaðar- og løgmálaráðið
19811985 Páll Vang Fólkaflokkurin Landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálaráðið
19851988 Vilhelm Johannesen Javnaðarflokkurin Ídnaðar- og løgmálaráðið
19911993 Marita Petersen Javnaðarflokkurin Menta-, skúla- og løgmálaráðið[2]
19941995 Óli Jacobsen Verkamannafylkingin Ídnaðar-, handils-, vinnu-, arbeiðs-, landbúnaðar-, trygdar-, rættar- og politimálaráðið[3]
19951996 Axel H. Nolsøe Verkamannafylkingin Almanna-, heilsu-, arbeiðs-, trygdar-, rættar- og politimálaráðið
19961998 Kristian Magnussen Verkamannafylkingin Almanna-, heilsu-, arbeiðs-, trygdar-, rættar- og politimálaráðið
1998 Óli Jacobsen Verkamannafylkingin Almanna-, heilsu-, arbeiðs-, trygdar-, rættar- og politimálaráðið
19982004 Høgni Hoydal Tjóðveldisflokkurin Sjálvstýris- og løgmálaráðið
2008 Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin Løgmálaráðið

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Fra 1975 til 1979 het dette departementet Helse-, industri- og justisdepartementet.
  2. Marita Petersen hevði ábyrgdina fyri løgmálum, meðan hon var løgmaður frá 1993 til 1994.
  3. Edmund Joensen hevði ábyrgdina fyri lógarmálum, men ikki rættar- og politimál, tá hann var løgmaður frá 1994 til 1998.