Læsesal Vest

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Læsesal Vest

Læsesal Vest ella granskingarlesistovan á Kongliga Bókasavninum (danskt: Det Kongelige Bibliotek) er partur av Danska Tjóðbókasavninum (danskt: Danmarks Nationalbibliotek), sum heldur til í Den Sorte Diamant á Slotsholmen í Keypmannahavn, Danmark. Lesistovan er frá tíðini, tá Fríðrikur III kongur stovnaði Kongliga Bókasavnið, og hevur hildið til ymsastaðni.

Endamálið við lesistovuni er[rætta | rætta wikitekst]

  • at gera tað gjørligt at granska tilfar, ið bert kann nýtast á lesistovuni
  • at veita brúkarum atgongd til eitt stórt handbókasavn
  • at veita brúkarum fast granskingarpláss

Lesistovan er ætlað[rætta | rætta wikitekst]

  • lærda háskúlanum í Keypmannahavn
  • granskarum innan- og uttanlands
  • øðrum, ið leita sær vitan á hægri støði

Handbókasavnið á lesistovuni er í tveimum hæddum og telur um 65.000 bind. Tað fevnir um fleiri yrkisgreinir hjá Kongliga Bókasavninum, tó serliga hugvísindi og gudfrøði.

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]