Kristjan Fridriksson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kristjan Fridriksson er íslendskur myndamaður føddur í 1957, er útbúgvin grafiskur sniðgevi í Reykjavík og myndamaður í Washington DC. Hann hevur rikið egna lýsingastovu og hevur fingið virðislønir í fleiri londum. Serkønur í at finna fjarløgd støð fyri filmslið, stovnaði hann í 1996 Location Greenland-Iceland, sum arbeiðir við seruppgávum innan film og myndatøku í Útnorðri. Kristjan, sum hevur tikið myndir fyri Ferðaráð Føroya, hevur havt myndir í bløðum sum Camera Natura og Photographie og hevur eisini havt egnar framsýningar. Kristjan gav í 1997 út bókina "Ammassalik. A Jewel in the Arctic Crown" og tók myndir til bókina "Golfturen i Danmark", sum Jyllands Posten gav út í 2004.

Bókaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1997 - "Ammassalik. A Jewel in the Arctic Crown"
  • 2004 - "Golfturen i Danmark", Jyllands Posten gav út, Kristjan Fridriksson tók myndirnar.