Kristina Bærendsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kristina Skoubo Bærendsen (fødd 1990) er ein føroysk songkvinna úr Saltangará. Hon er dóttir navnframa føroyska sangaran Alex Bærendsen. Kristina hevur framført saman við føroyskum og útlendskum sangarum sum t.d. Halli Joensen, Bobby Bare á Summarfestivalinum 2011.[1] Kristina varð tilnevnd Planet Awards 2012 í bólkinum Ársins songkvinna.[2] Og Hún er í íslensku söngvakeppninni með lagið þú og ég

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2012 - Kristina[3]
  • 2014 - Kristina - Nothings Here To Stay

Um fyrstu tónleikaútgávuna[rætta | rætta wikitekst]

Í 2012 gav Kristina út sína fyrstu fløgu. Allir sangirnir eru á føroyskum. Við Rás2 segði hon, at ætlanin er at umseta sangirnir til enskt og at geva fløguna út á enskum eisini. Tann útgávan kemur væntandi í desember 2014.[4] Jákup Zachariassen hevur spælt meginpartin av ljóðførunum á fløguni. Úr Nashville eru ymisk ljóðføri tikin upp, eitt nú violin, kassaguitari, mandolin, kontrabassur, telekastari. Strúkararnir eru spældir inn í Íslandi. Kristoffer Mørkøre shakari, Eyðun Johannessen bass, Høgni Klakstein trummur, Godtfred Joensen tangentar, Finnur Hansen tangentar, Gunnar Guttesen. Sirikit Jacobsen hevur yrkt onkran sang. Jákup Veyhe eigur orðini til skering nummar 9. Kristina hevur sjálv gjørt nøkur av løgunum, t.d. til skering nummar 8, Fuglur á ferð, Sirikit Jacobsen hevur skrivað tekstin. Hervør á Torkilsheyggi (fødd Djurhuus) hevur gjørt orðini til triðja sangin á fløguni, ein slow valtsur, sum hevur heitið "Lívið tað broyttist". Kristina hevur gjørt lagið og sent tað yvir til USA har blue grass tónleikarar spældu blue grass tónleik til lagið, John Andersen úr Runavík syngur kór til sangin. Eitt hjarta er sum hin sonin elskar er innspældur í Nashville. [5]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kristina og Bobby Bare syngja "Let it be me" á Summarfestivalinum 2011.
  2. "Planet.fo". http://planet.fo/grein/hesi_eru_tilnevnd_til_planet_awards_2012. Heintað 2013-01-28. 
  3. rateyourmusic.com - Kristina
  4. aktuelt.fo - Kristina klár at leggja útheimin fyri sínar føtur[deyð leinkja]
  5. "Planet.fo, Kristina: Nú var tíðin búgvin at geva út fløgu". http://planet.fo/grein/kristina_nu_var_tidin_bgvin_at_geva_t_flogu. Heintað 2012-12-02. 
  6. Egholm, Sverri (10. mars 2018). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA-virðisløn". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fmavirdislon.html. Heintað 12. mars 2018. 

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]