Kræklingur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kræklingur
Miesmuscheln Mytilus 1.jpg
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Mollusca
Flokkur: Bivalvia
Røð: Mytiloida
Familja: Mytilidae
Ætt: Mytilus
Slag: M. edulis

Kræklingur (frøðiheiti - Mytilus edulis) er vanligur fram við strondini, har hann sæst sitandi fastur á steinum í flóðarmálanum.

Útsjónd[rætta | rætta wikitekst]

Kræklingur er myrkabláur, mjáur framman og verður tjúkkari, sum aftur kemur. Skeljarnar eru tunnar og bygdar úr trimum jaðurum. Ytsta jaðurið er morreytt og líkist horni. Tað verjir skelina. Miðjaðurið er úr smáum, fínum krystallum, ið liggja tætt saman. Innasta jaðurið eitur perlumóðir og skyggir í vøkrum litum. Í perlumóðurini eru viðhvørt perlur, men ikki virðismiklar. Perla verður til, við tað at eitt sandskorn kemur millum kroppin og skelina. Kræklingurin fær tá ilt. At sleppa undan pínuni leggur hann perlumóður uttan um sandskornið og festir tað at skelini.

Liviøki[rætta | rætta wikitekst]

Kræklingur situr fastur í rivum og skørrum í flóðarmálanum. Hann er eisini vanligur inni á firðum á mórubotni, í áarósum, á steinum, tonglum og førum, sum liggja fyri teymi.

Føði[rætta | rætta wikitekst]

Kræklingur livir av æti sum hann sýgur og filtrerar úr sjónum, ígjøgnum andingarleiðina, sum hann stingur út ímillum skeljarnar.

Kræklingur tekur lættliga eitur og bakteriur í livrina, og tá er hann vandamikil at eta. Kræklingur verður aldur til matna. Hann er eisini gott agn.

Nøring[rætta | rætta wikitekst]

Kræklingur gýtir um summarið. Miðalstórt kvenndýr gýtir 5-12 milliónir egg út í sjógvin. Longu 1-2 samdøgur eftir er klakt. Ungin hevur tvær skeljar, stóran sundvong at svimja við og bara eitt svart eyga. Ungarnir taka sær føði, sum er smákykt. Tá ið 3-4 vikur eru farnar, eru ungarnir nógv vaksnir og fara niður á botn.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]