Kjøtetandi plantur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Eingin kjøtetandi planta er so stór, at hon hevði kunnað gloypt einum fólki. Tó eru søgur um kjøtetandi trø, sum í hesi myndini úr eini bók frá 1960-unum. Hesi eru tó bara íspuni.

Ein kjøtetandi planta fær tað føði henni tørvar við at fanga og eta kjøt – ikki hestar og leyvur, men smákykt. Kjøtetandi plantur eru ikki so vandamiklar sum tær kanska ljóða. Planturnar veksur ofta har tað ikki eru so nógv tøevni í moldini, og tað er helst tí, hon hevur utviklað seg til kjøtátara.

Fyri at fanga eina flugu ella ein firvaldur, nýta ymsar plantur ymsar framferðarhættir. Plantur sum til dømis heliamphora chimantensis í Venesuela fanga kykt við at rulla bløðini saman. Í bløðunum er ein hyl av sodningarevnum, sum drepa óheppnu kytini. Nakrar fanga fluguna við einari klebrutum evjum. Aðrar brúka smellifellur. Tær eru sum ein opin muður, og tær bíða til offurið setur seg niðurat, so hapsa tær, og kyktið er horvið. Tað er haðani dreparaplanturnar í Hollywood-filmunum fáa sín íblástur. Har finnast eisini kjøtetandi vatnplantur. Tær hava smá hol, sum virka sum dustsúgvarar, ið súgva kyktið inn, beinanvegin tað nertir við. At endans eru plantur, sum noyða offurið inneftir við hárum, til eitt sodningargagn.