Kim Larsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kim Larsen (2009)

Kim Melius Flyvholm Larsen (23. oktober 1945 - 30. september 2018) var ein danskur tónleikari og rithøvundur. Í síni yrkistíð seldi hann meir enn 2.5 millónir tónleikaeintøk.[1]

Lív- og yrkisleið[rætta | rætta wikitekst]

Kim Larsen var føddur í Keypmannahavn í 1945. Hann varð inspireraður av The Beatles, og byrjaði sína yrkisleið sum sangskrivari og gitaristur. í 1969 møtti hann Franz Beckerlee og Wili Jønsson, og saman stovnaðu teir bólkin Gasolin. Seinni fingu teir Søren Berlev afturat sær sum trummara. Gasolin gjørdist eitt av mest vælkendu rokkbólkunum í Danmark nakrantíð. Bólkurin fór sundur í 1970-árunum.

Kim luttók í Dansk Melodi Grand Prix í 1979 við sanginum Ud i det blå. Hann endaði á einum triðja plássi útav 17 luttakarum. Sangurin er at finna á útgávuni 231045-0637.

Um 1980 flutti Kim til New York. Har útgav hann tvær tónleikaútgávur, men eftir at tað ikki eydnaðist honum at sláa ígjøgnum í USA, flutti hann heim nøkur ár seinni.

Kim útgav fleiri soloútgávur í 1980-árunum, og fekk eitt hitt í 1983 við útgávuni Midt om natten. Útgávan bleiv meir ella minni ljóðbandið (soundtrakkið) til filmin við sama navni, ið var bygdur á útgávuna.[2]

Í 1983 stovnaði Kim bólkin Kim Larsen & Bellami og útgav fýra útgávur upp til 1992. Um hetta mundið fór bólkurin sundur vegna ósemju. Eftir hetta útgav hann soloútgávuna Hvem kan sige nej til en engel. Í mittuni av 1990-árunum stovnaði hann bólkin Kim Larsen og Kjukken, teir høvdu sín heimstað í Odense.

Í endanum av 2017 fekk Kim staðfest prostatakrabba.[3] Hetta ávirkaði tónleikaferð hansara við Kim Larsen og Kjukken, tá teir vóru bókaðir til at framføra allan januar, februar og mars 2018. Í einum Facebookinnslagi frá bólkinum, greiddi Kim frá at hann var keddur av umstøðunum, og greiddi frá ætlanum um at byrja aftur at spæla á sumri 2018.

Kim Larsen doyði av prostatakrabba í heimi sínum tann 30. september 2018, har hann var umringaður av sínum kæru.[4][5] Viku seinni varð ein stór minningarkonsert hildin í hansara æru í Keypmannahavn. Umleið 35.000 fólk luttóku, og ímillum tónleikarar vóru donsku bólkarnir Magtens Korridorer, Love Shop og The Minds of 99, ið framførdu kendu sangirnar hjá Kim.[6]

Bólkar[rætta | rætta wikitekst]

Gasolin' (1969–1978)[rætta | rætta wikitekst]

  • Kim Larsen – Sangur og gittar
  • Franz Beckerlee – Solo gittar
  • Wili Jønsson – Bassur
  • Bjørn Uglebjerg (1969–1971) og Søren Berlev (1971–1978) – Trummur
  • Klaus Agerschou (Live concerts) – Ljómborð

Kim Larsen & Jungledreams (1980–1983)[rætta | rætta wikitekst]

  • Kim Larsen – Sangur og Gittari
  • Rick Blakemore – Gittari
  • Joe Delia – Ljómborð
  • Abe Speller – Trummur
  • Dennis Espantman – Bassur

Kim Larsen & Bellami (1983–1992)[rætta | rætta wikitekst]

1983–1984:

  • Kim Larsen – Sangur og gittari
  • Henning Pold – Bassur
  • Phil Barrett – Ljómborð og gittari
  • Soren Wolff – Gittari
  • Jan Lysdahl – Trummur

1986–1992:

  • Kim Larsen – Sangur og gittari
  • Henning Pold – Bassur
  • Hans Fagt og Jan Lysdahl – Trummur
  • Mikkel Håkonsson og Peter Ingemann – Ljómborð
  • Thomas Grue og Per Rasmussen – Gittari og (jingle)

Kim Larsen & Bell*Star (1993–1994)[rætta | rætta wikitekst]

  • Kim Larsen – Sangur og gittari
  • Hubba – Trummur
  • Henning Pold – Bassur
  • Mikkel Håkonsson – Ljómborð

Kim Larsen & Kjukken (1995–2018)[rætta | rætta wikitekst]

  • Kim Larsen – Sangur og gittari
  • Bo Gryholt – Bassur (1995–2002) og Jesper Haugaard – Bassur (2002–2018)
  • Karsten Skovgaard – Gittari
  • Jesper Rosenqvist – Trummur (1994-2014) og Jens Langhorn - Trummur (2015-2018)

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Solo[rætta | rætta wikitekst]

Studio
  • 1973: Værsgo
  • 1977: Kim Larsen og Yankee drengene
  • 1979: 231045-0637 (Persónliga P-talið hjá Kim Larsen sjálvum)
  • 1981: Jungle Dreams
  • 1983: Midt om natten
  • 1994: Hvem kan sige nej til en engel
  • 2010: Mine damer og herrer
EP's
  • 1982: 5 Eiffel
Søvn
  • 1975: Skru Op
  • 1977: Boller Op, Boller Ned
  • 1979: Hittegods
  • 1983: Gorilla Mix
  • 1983: Larsens Bedste
  • 1984: Årets Koncent
  • 2015: Kim i 70'erne (við Gasolin')
Live
  • 1985: Kim i Cirkus (Live) (en: Kim at the Circus)
  • 2007: En lille pose støj (Live)

við Gasolin'[rætta | rætta wikitekst]

Studio
  • 1971: Gasolin'
  • 1972: Gasolin' 2
  • 1973: Gasolin' 3
  • 1974: Stakkels Jim
  • 1975: Gas 5
  • 1976: Efter endnu en dag
  • 1977: Gør det noget
  • 1978: Killin' Time
Søvn
  • 1980: Super Mix 1
  • 1981: A Box Full of Gas
  • 1984: Det Bedste Fra Mig Og Mine Venner (Kim Larsen við Gasolin')
  • 1991: Rabalderstræde Forever
  • 1993: Derudaf Forever
  • 1997: A Foreign Affair vol.1
  • 1999: Gasolin' Forever
  • 2000: The Early Years
  • 2002: A Foreign Affair vol.2
  • 2003: The Black Box
  • 2009: Masser af succes
  • 2015: Kim I 70'erne
Live
  • 1976: Live sådan (Live)
  • 1978: Gøglernes aften (Live)

við Starfuckers[rætta | rætta wikitekst]

Live
  • 1978: Vogt Dem for efterligninger

við Kim Larsen & Jungledreams[rætta | rætta wikitekst]

Studio
  • 1982: Sitting on a Time Bomb

við Kim Larsen & Bellami[rætta | rætta wikitekst]

Studio
  • 1986: Forklædt som voksen
  • 1988: Yummi yummi
  • 1989: Kielgasten
  • 1992: Wisdom Is Sexy

við Kim Larsen & Kjukken[rætta | rætta wikitekst]

Studio
  • 1996: Kim Larsen & Kjukken
  • 1998: Luft under vingerne
  • 2001: Weekend Music
  • 2001: Sange fra glemmebogen
  • 2003: 7-9-13
  • 2004: Sange fra glemmebogen - Jul & nytår
  • 2006: Gammel hankat
  • 2008: Glemmebogen for børn
  • 2012: Du glade verden
  • 2017: Øst for Vesterled
Live
  • 2002: Det var en torsdag aften
  • 2007: En lille pose støj

Útgávur á hittlistum[rætta | rætta wikitekst]

(Danish Albums Chart)

  • 2001: Weekend Music (toppaði á nummar #3)
  • 2001: Sange fra glemmebogen (toppaði á nummar #1)
  • 2006: Gammel hankat (toppaði á nummar #1)
  • 2008: Glemmebogen for børn (toppaði á nummar#1)
  • 2010: Mine damer og herrer (toppaði á nummar#1)
  • 2012: 5 Eiffel (toppaði á nummar #21)
  • 2015: Guld & grønne skove (toppaði á nummar #12)
  • 2015: Forklædt som voksen (toppaði á nummar #14)
Sum Kim Larsen & Kjukken
  • 2002: Det var en torsdag aften (toppaði á nummar #2)
  • 2003: 7-9-13 (toppaði á nummar #1)
  • 2004: Glemmebogen Jul & Nytår (toppaði á nummar #1)
  • 2007: En lille pose støj (toppaði á nummar #1) (Live)
Sum Kim Larsen & Bellami
  • 2015: Kielgasten (toppaði á nummar #22)
Við Gasolin
  • 2015: Kim I 70'erne (toppaði á nummar #8)

Ávísing úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. https://books.google.hr/books?id=LyQEAAAAMBAJ&pg=PT100&lpg=PT100&ots=dkRGtHpegY&sig=EJytQ82piIkVgLAfbxhOwbqS-ic&hl=en&sa=X&ved=2ahUKEwim_rqGp97dAhUITBoKHdaVDlE4ChDoATAEegQIBRAB#v=onepage&q=major%20scandinavian&f=false
  2. https://www.imdb.com/title/tt0087720/
  3. https://altomsundhed.dk/kim-larsen-har-faaet-kraeft/
  4. "Archive copy". http://www.kimlarsendk.dk/node/368. Heintað 2018-11-02. 
  5. http://nyheder.tv2.dk/samfund/2018-09-30-kim-larsen-er-doed
  6. https://www.dr.dk/nyheder/kultur/omkring-35000-deltog-til-kim-larsen-mindekoncert