Karsten Hoydal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Karsten Hoydal

Karsten Hoydal (28. mars 1912 í Hoydølum - 4. apríl 1990) var føroyskur rithøvundur.

Hann fór ungur til Danmarkar at útbúgva seg innan landbúnað og fiskivinnu og starvaðist innan hetta arbeiðsøkið. Eitt skiftið var hann í Ekvador sum ráðgevi hjá Sameindum Tjóðum. Hann var løgtingsmaður og landsstýrismaður umboðandi Tjóðveldisflokkin. Karsten var fjøltáttaður høvundur og skald. Hann skrivaði yrkingar, stuttsøgur, týddi, ummælti, skrivaði yrkisgreinar og barnasøgur. Í sínum skaldskapi lýsti hann m.a. náttúruna, lívskorini, barnalyndið og vandan við kríggi og hernaðardubbing. Karsten Hoydal var nýskapandi høvundur, bæði málsliga og innihaldsliga.

Fyrsta útgáva hansara var yrkingasavnið Myrkrið reyða í 1946.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Karsten Hoydal gav út 4 yrkingasøvn: »Myrkrið reyða« 1946, »Syngjandi grót« 1951, »Vatnið og ljósið« 1960 og heildarsavnið »Teinur og tal« 1972.[1]

  • 1946 - Myrkrið reyða
  • 1951 - Svimjingarbeltið í Míni jólabók
  • 1951Syngjandi grót
  • 1960Vatnið og ljósið
  • 1971Leikapettið
  • 1972Teinur og tal (3 yrkingasøvn í einari bók)
  • 1979Frændarøddir
  • 1980 - Heðin, Marjun og tjøldrini
  • 1986Suð í grasi
  • 1999 - Lív heldur á

Heiðurslønir[rætta | rætta wikitekst]

  • 1961 M.A.Jacobsen
  • 1973 Heiðurslimur í brasilianskum rithøvundafelag
  • 1988 M.A.Jacobsen - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri annað mentanaravrik.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Snar.fo, Karsten Hoydal (1912-1990)