Karlsborg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Karlsborg.

Karlsborg er ein býur í Västra Götalands län í Karlsborgs kommunu í Svøríki. Býurin er fyrisitingarbýur í Karlsborgs kommunu og hevði 3.551 íbúgvar í 2010.[1]

Karlsborg liggur tætt við vestaru síðuna av vatninum Vättern og er kent fyri Karlsborg skansan sum varð bygdur í árunum 1819-1909. Býurin varð stovnaður og grundaði sín vøkstur á bygningsarbeiðsmenninir sum bygdu skansan í 1800-talinum. Skansin varð roknaður til at virka sum eyka høvuðsstaður í Svøríki í kríggsstøðu, við plássi til eitt nú ríkisdagin, stjórnina, valutagoymslu og kongshúsið.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tätorter 2010

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana