Kalakukko

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kalakukko

Kalakukko er siðbundin finskur matur úr landslutinum Savolax. Kalakukko er fiskur, kjøt og flesk, ið er bakað inn í deiggj, soleiðis at tað verður til eitt breyð við fiski, kjøti og fleski innan. Hesin rættur er serliga vælumtóktur í býnum Kuopio, ið liggur í Norður-Savolax. Breyði verður sum oftast bakað av rugmjøli, men hveitimjøl verður ofta brúkt saman við rugmjølinum, fyri at fáa deiggið smidligari. Fillan er fiskur, svínakjøt og flesk. Salt verður stroytt yvir kjøt og fisk, um ikki tað longu er saltað frammanundan. Kalakukko verður bakað í fleiri tímar, sum oftast í einum steinovni.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið