Justin Fashanu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Justinus Soni "Justin" Fashanu (f. 19. februar 1961 – d. 2. mai 1998) var fyrsti litti fótbóltsleikarin ið var seldur fyri 1 millión pund [1]. Hann var føddur í Hackney í London. Fashanu hevði góð evnir sum boksari, men valdi fótbóltin frammum. Fashanu byrjaði sína fótbóltskarrieru í Norwich í 1978 sum 17 ára gamal, og bleiv fastur maður á besta liðinum, og skoraði í næstu 3 árini 35 mál í 90 dystum fyri felagið. Í 1980 skoraði hann flottasta málið í kappingarárinum ímóti Liverpool.

Nottingham Forest, ið var ein stórmakt í evropeiskum fótbólti við Brian Clough á odda, keypti Justin Fashanu í 1981, og gjørdist hann fyrsti litti leikarin ið bleiv seldur fyri 1 millión pund. Í Forest gekk ikki gott hjá Fashanu. Clough var ikki glaður um, at tað hoyrdist at Fashanu var samkyndur, og bleiv Fashanu enntá biðin um at halda seg vekk frá venjingunum hjá liðinum. Sjálvsálitið hjá Fashanu var lágt og bleiv hann leigaður út til Southampton í august 1982. Í Southampton gekk betri hjá honum, og vildi venjarin Lawrie McMenemy keypa hann, men hevði felagið ikki nóg mikið av pengum.

Í desember 1982 skifti hann til grannarnar í Nottingham, Notts County, fyri 150 000 pund. Í Notts County skoraði hann 20 mál í 64 dystum. Í 1985 var hann seldur til Brighton & Hove Albion fyri 115 000 pund, men har fekk hann ein álvarsaman knæskaða, og var hansara karriera í vanda. Hann fór til USA og eftir skurðviðgerð byrjaði hann aftur at leika við Los Angeles Heat, og síðani fór hann til Kanada, har hann leikti við bæði Hamilton Steelers og Edmonton Brickmen.

Í 1989 gekk leiðin aftur til Bretlands og fekk hann sáttmála við Manchester City, men leikti hann bara 2 dystir í City, og eftir ein mánaða í Manchester fór hann til West Ham. Har leikti hann eisini bara 2 dystir, og síðani eftir eitt stutt uppihald í Leyton Orient endaði hann í Non League felagnum Southall, har hann var leikandi venjari. Í 1990 fartaldi Fashanu alment at hann var samkyndur, og skapti hetta mikla øsing í fótbóltsheiminum [2]. Fleiri fyrrverandi liðfelagar vóru ikki blíðir og søgdu at samkynd høvdu onki at gera í liðítrótti. Bróðurin John, ið eisini var ein kendur fótbóltsleikari, vildi ikki vita av honum [3]. Fashanu var útsettur fyri happing frá liðfelagunum og frá áskoðarum.

Í 1991 var hann til royndarvenjing í Newcastle, men venjarin Ossie Ardiles vildi ikki bjóða honum ein sáttmála. Hann leikti ein dyst fyri Newcastle. Hann fekk sáttmála við Torquay, og var hann har frá 1991 til 1993, og hóast hann skoraði 15 mál í 41 dystum flutti Torquay niður í 3. Deild. Fashanu var eisini hjálparvenjari í felagnum. Í februar 1993 tá Torquay var við í niðurflytingarstríðnum frá 3. Deild, fekk venjarin sekkin og søkti Fashanu starvið sum venjari, men valdi felagið heldur Neil Warnock.

Fashanu fór frá Torquay stutt eftir hetta, og gekk leiðin til Skotlands og Airdrie. Men í Airdrie gekk ikki so gott og flutti felagið niður frá bestu deildini. Hann fór so til Trelleborg í Svøríki men leikti bara 1 dyst við felagnum, áðrenn hann vendi aftur til Skotland, har hann skrivaði sáttmála við Hearts í 1993. Fashanu bleiv koyrdur úr felagnum í februar í 1994, fyri at hava roynt at selt søgur frá privatlívinum til fjølmiðlarnar, um hansara forhold við nakrar politikarar. Hann fór síðani til USA og bleiv ungdómsvenjari og eisini fór hann til Nýsæland.

Í mars mánaða í 1998 bleiv hann handtikin fyri ósømuligan atburð í USA, og eftir at løgreglan hevði tosa við hann, fór hann aftur til Bretlands. 2. mai í 1998 tók hann sítt egna lív. Um morgunin tann 3. mai breyt Justin Fashanu inn í eina garasju í London og hongdi seg sjálvan [4].

Í 2009 var eitt lið stovna til eitt tiltak í Brighton, og kallaðist liðið "The Justin Fashanu-All Stars". Liðið var stovna av Justin Fashanu átakinum ið stríðist fyri at samkynd verða vird í fótbólti [5].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://briandeer.com/justin-fashanu.htm
  2. http://www.bbc.co.uk/insideout/content/articles/2008/04/21/east_midlands_gay_footballers_s13_w9_feature.shtml
  3. http://news.bbc.co.uk/2/hi/americas/86840.stm
  4. http://news.bbc.co.uk/2/hi/uk_news/167715.stm
  5. http://www.thejustincampaign.com/allstars.htm