Julius Vest Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Julius Vest Joensen vesturi á Eiðinum í Vági, 2012.

Julius Vest Joensen (føddur 1958) er formaður í FC Suðuroy.[1] Julius er vágbingur, hann starvast sum kokkur umborð á Smyrli og hevur áður starvast í peningastovni. Hann hevur fyrr verið formaður í VB og gjørdist formaður í FC Suðuroy eftir aðalfundin í desember 2011.[2] Julius spældi fótbólt við VB, tá hann var yngri.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Football.fo, FC Suðuroy
  2. Sudurras.info, Julius Vest Joensen nýggjur formaður í FC Suðuroy

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]