Johnny Logan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Johnny Logan (føddur 13. mai 1954) er ein avstralsk-føddur írskur sangari og tónasmiður. Hann verður av og á nevndur sum "Harra Eurovision", av tí at hann hevur luttikið fleiri ferðir í Eurovision Song Contest síðan 1970'ini, og síðan 1992 hevur hann verið tann mest sukseríki artisturin í søguni hjá Eurovision.

Logan hevur vunnið Eurovision Song Contest tríggjar ferðir, umboðandi Írland sum sangari, í 1980 og 1987, og tvær ferðir sum tónasmiður, í 1987 og 1992. Sangurin, ið hann vann Eurovision við í 1980 nevnist "What's Another Year", sangurin sum hann vann við í 1987 eitur "Hold Me Now". Hann er tann einasti sangarin, ið hevur vunnið Eurovision meira enn einaferð. Johnny Logan hevur verið í Føroyum og framført einaferð síðst í 1980-árunum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]




Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið