John F. Kennedy Jr.

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
John F. Kennedy Jr.
John F. Kennedy Jr. í 1998.
Fødd(ur) John Fitzgerald Kennedy Jr.
(1960-11-25)november 25, 1960
Washington, D.C., USA.
Andaðist juli 16, 1999(1999-07-16) (aldur 38)
Atlantshavið, uttanfyri Martha's Vineyard
Deyðsorsøk
Flogvanlukka
Alma mater Brown Háskúli
New York Háskúli
Starv Tíðindafólk, løgfrøðingur, blaðútgevi
Átrúnaður Romansk-katólskur
Hjúnafelagi(ar) Carolyn Bessette-Kennedy
(g. 1996–1999; til deyða teirra)
Foreldur John F. Kennedy
Jacqueline Kennedy Onassis
Skyldfólk
  • Kennedy familjan
  • John Vernou Bouvier III (abbi)
  • Janet Lee Bouvier (omma)
  • Lee Radziwill (mostir)
  • Anthony Stanislas Radziwill (systkinabarn)
  • Anna Christina Radziwill (systkinabarn)
Undirskrift

John Fitzgerald Kennedy Jr. (25. november 196016. juli 1999), ofta nevndur JFK Jr. ella John-John í miðlunum, var ein amerikanskur løgfrøðingur, tíðindafólk og blaðútgevi.

Hann var einasti yvirlivandi sonur John F. Kennedy, fyrrverandi forseta USA, og Jacqueline Bouvier Kennedy og var yngri bróður Caroline Kennedy.[1] Pápi hansara var myrdur beint áðrenn triðja føðingardag hansara.

Frá barnsbeini av og upp í vaksnamannaárini var John nógv í miðlunum, og var víðagitin í sosiala lívinum á Manhattan í New York City. Hann hevði tikið útbúgving sum løgfrøðingur, og tá hann hevði starvast í ídnaðinum 4 ár í 1995, nýtti hann politisku- og stjørnufrægdina til at útgeva blaðið George magazine.

John læt lív í eini flogvanlukku í 1999, saman við konu síni Carolyn og systur hennara Lauren, tá tey vóru ávegis til eitt familjubrúdleyp. John var vandur flogmaður, og fleyg sjálvur lítla flogfarið til Martha's Vineyard, har brúdleypið fór fram.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið