Johannes Andreas Næs

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Johannes Andreas Næs 15. februar 2013 á Seglloftinum á Tvøroyri, útgávukonsert hjá abbadóttrini Lív Næs.

Johannes Andreas Næs (Flóvin Flekk) (føddur 16. september 1920 á Nesi í Hvalba, deyður 5. juni 2018) var ein føroyskur yrkjari og lærari. Aftan á barnaskúlan var hann fiskimaður í nøkur ár, fór so á læraraskúlan í Havn og tók prógv í 1942. Fyrstu árini var hann vikarur ymsastaðni í Suðuroy, sat í starvi í Porkeri 1944-49, í Vági 1949-62, varð so í 1962 fyribils settur sum skúlaráðgevari í serundirvísing fyri alt landið, fekk fast starv sum slíkur frá 1965. Av mongu álitisstørvum hansara kann nevnast, at hann var nevndarlimur í Føroya Lærarafelag 1959-68, harav formaður í mong ár, og nevndarlimur í útvarps-nevndini 1963-. Longu á ungum árum gav hann út yrkingasavnið »Keldufar«, 1949. Hann nýtti tá dulnevnið Flóvin Flekk. Í 1959 varð hann av Føroya Landsstýri valdur í Føroya Skúlabókagrunn, formaður frá juli 1966. Hann hevur havt stóra ávirkan á føroyska skúlabóka-útgávu hetta 25 ára skeiðið, sjálvur hevur hann evnað til »Stavkistlar«, 1964, »Orða-talvur og Orðakort«, 1966, »Martin Luther«, 1970, og saman við øðrum skúlafólki hevur hann lagt til rættis kristni-bókarøðina og føroysku lesibókarøðina til fólkaskúlan. Umframt hetta hevur hann verið blaðstjóri á »Sunnudagsblaðnum« 1951-78, og hann hevur frá 1951 verið formaður í teimum nevndum, ið lagt hava til rættis útgávu av Heimamissiónssangbókini. Í 2012 gav abbadóttir hansara, Lív Næs út fløguna Keldufar við yrkingunum úr yrkingasavninum hjá Flóvin Flekk (Johannes Andreas Næs).[1]

Nevndir[rætta | rætta wikitekst]

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

Lív Næs gav út fløguna Keldufar í 2012 við yrkingum eftir abba hennara, sum hon og onnur hava gjørt løg til.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Planet.fo, Lív ger tónleik til yrkingar hjá abbanum". http://planet.fo/grein/liv_ger_tonleik_til_yrkingar_hja_abbanum. Heintað 2012-12-15. 
  2. BFL.fo Archived 2011-09-07 at the Wayback Machine Johannes Andreas Næs
  3. "Planet.fo". http://planet.fo/grein/liv_ger_tonleik_til_yrkingar_hja_abbanum. Heintað 2012-12-15. 
  4. BFL.fo Archived 2011-09-07 at the Wayback Machine Johannes Andreas Næs
  5. Salmabokin.kirkjan.fo

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið