Jens Martin Knudsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Jens Martin Knudsen (11. juni 1967) var føroyskur fótbóltsspælari til 2007 og er nú venjari. Jens Martin hevur A-venjaraútbúgving.[1]

Í 2012 var útgivin bók við ævisøguni hjá Jens Martini Knudsen við heitinum Maðurin við topphúgvuni[2].

Innihaldsyvirlit

Altjóða fótbólts lívsleiðin [rætta]

Jens Martin Knudsen man vera heimsins kendasti málmaður í topphúgvu. Hann hevur verið landsliðsmálmaður mong ár og hevur eisini verið málmansvenjari og hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum fyri menn.

Sum landsliðsmálmaður hevur Jens Martin Knudsen spælt 65 dystir fyri Føroyar, bara Óli Johannesen hevur spælt fleiri A-landsdystir fyri Føroyar enn Jens Martin.[3]

Fótbólts lívsleiðin (feløg) [rætta]

Jens Martin Knudsen hevur spælt við føroyskum og útlendskum fótbóltsfeløgum.

Málmansvenjari og hjálparvenjari hjá A-landsliðnum [rætta]

Jens Martin Knudsen hevur verið málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í fleiri ár. 25. januar 2008 varð hann eisini settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, hann avloysti tá John Petersen (fótbóltsleikari).

Ársins málverji [rætta]

Jens Martin hevur fleiri ferðir verið kosin Ársins málverji í føroyskum fótbólti. T.d. í 2001 og 2002.[4]

Keldur [rætta]

  1. Football.fo
  2. Holm Johannesen, Uni: Maðurin við topphúgvuni, Sprotin 2012
  3. Football.fo
  4. B68.fo

Útvortis ávísingar [rætta]