Jens Fink-Jensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jens Fink-Jensen

Jens Fink-Jensen er føddur 19. desember 1956 í Keypmannahavn, rithøvundur, lýrikari, fotografur og tónasmiður.

Byrjaði sítt rithøvundavirkið innan fagrar bókmentir í 1975 við stuttsøguni Juni 1995. Stuttsøgan stóð at lesa í dagblaðnum ”Information”. Í mai 1976 komu fýra yrkingar ”Hvedekorn” nr. 76/1. 19.10.1981 kom bókin við yrkingarsavninum Verden i et øje. Bókin í óbundnum máli við stuttsøgusavninum Bæsterne kom 5.6.1986. 18.3.1994 kom út barnabókin Jonas og konkylien.

Jens Fink-Jensen er nýmálsligur studentur frá Herlufsholm Kostskole í 1976. Síðani gjørdi hann herðskyldu og næm sær útbúgving í Kongaliga Danska Lívgardanum. Hann gjørdist arkitektur (MAA.,cand.arch.) frá Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn 1986, og tók prógv sum multimediedesignari frá sama staði í 1997.

Sum limur í upprunaliga bólkinum af rithøvundum í 1980-unum, sum savnaðust í bólkin rundan um Hvedekorn blaðstjóran Poul Borum, skipaði Jens Fink-Jensen í 1980 eitt nú saman við rithøvundastarvsfelagnum Michael Strunge, ”NÅ!!80” i Huset, Keypmannahavn.

Jens Fink-Jensen ferðast við multigmedielýrikkshowum - við at lesa upp yrkingar, sýna egin dias og synthesizierkompositiónir á studentaskúlum og festivalum saman við keyboradspælaranum Fredrik Mellqvist og saxofonistiunum Jens Severin.

Jens Fink-Jensen hevur eitt nú gjørt fotoframsýningarnar Sydens Skibe, Bejjing Ansigt, yrkinga/fotoframsýningina OrdBilleder og ljóðdiasshowið Øje på verden – om bøgernes råstof.

Í 1999 kom út yrkingasavnið Nær afstanden, á arabiskum, og var tað Jamal Jumas, sum umsetti til arabiskt. Forlagið Alwah, í Madrid útgav savnið, líka sum nakrar yrkingar herfrá stóðu at lesa í dagblaðnum ”Al-Quds Al-Arabi” (London, 1996) og tíðskriftið ”Nizwa”, Oman í 1999.

Bókaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Verden i et øje, yrkingasavnið, 1981
  • Sorgrejser, yrkingasavnið, 1982
  • Dans under galgen, yrkingasavnið, 1983
  • Bæsterne, stuttsøgusavnið, 1986
  • Nær afstanden, yrkingasavnið, 1988 (udkommet på arabisk 1999)
  • Jonas og konkylien, barnabók, 1994 (illustreret af Mads Stage)
  • Forvandlingshavet, yrkingasavnið, 1995
  • Jonas og himmelteltet, barnabók, 1998 (illustreret af Mads Stage)
  • Alt er en åbning, yrkingasavnið, 2002
  • Syd for mit hjerte. 100 udvalgte kærlighedsdigte, yrkingasavnið, 2005

Eksterne henvisninger[rætta | rætta wikitekst]