Jeanne d'Arc
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jeanne d'Arc, eyknevnd Moyggin úr Orléans, († 6. januar 1412 í Domremy, Lorraine í Frankaríki − * 31. mai 1431) var ein kvinnuligur franskur herleiðari í síðstu fasuni av hundraðárskrígnum. Hon gjørdist halgimenni seinni. Jeanne d'Arc bleiv brend á báli fyri vranglæru í Rouen, men fekk uppreisn í 1456 og er nú ein fronsk tjóðarhetja. Hon bleiv kanoniserað (viðurkend sum halgimenni) av tí katólsku kirkjuni í 1920.