Jason Aldean

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jason Aldean í Maryland, 2008.

Jason Aldine Williams (f. 28. februar 1977 í Macon, Georgia) er ein amerikanskur country-tónleikari úr Georgia. Hansara mest kendu sangir eru "My Kinda Party", "She's Country", "Big Green Tractor", "The Truth" og "Hicktown".

Hann býr í Nashville, Tennessee saman við konuni Jessica, og saman eiga tey dóttrina Keeley (f. í 2003).

Hópskjóting á festivali í Las Vegas 2017[rætta | rætta wikitekst]

Hin 1. oktober 2017 var Aldean júst byrjaður at syngja "When She Says Baby" á Route 91 Harvest Festivalinum í Las Vegas, tá ein vápnaður maður byrjaði at skjóta inn í hópin á 22.000 fólk, ið vóru á festivalinum. Maðurin var staddur á 32. hædd á Mandalay Bay Resort & Casino.[1][2] Jason Aldean flýddi av pallinum og varð ikki særdur, men í minsta lagi 58 fólk vórðu dripin og meira enn fimm hundrað vóru særd.[3] Hendingin varð tann, ið hevði kravt flest mannalív í nýggjari amerikanskari søgu. Aldean skrivaði seinni á Instagram, at hann og hansara bólkur høvdu tað gott, men at tey vóru sera sorgarbundin um tey mongu, ið vóru komin har fyri at hava tað stuttligt, men í staðin mistu lívið á festivalinum.

Fløguútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2005: Jason Aldean.
  • 2007: Relentless.
  • 2009: Wide Open.
  • 2010: My Kinda Party.
  • 2012: Night Train.
  • 2014: Old Boots, New Dirt.
  • 2016: They Don't Know.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Adam Housley, Jake Gibson, Brooke Singman and The Associated Press contributed to this report (October 2, 2017). "Las Vegas shooting: At least 50 dead, more than 200 injured in massacre". Fox News. http://www.foxnews.com/us/2017/10/02/las-vegas-shooting-at-least-50-dead-more-than-200-injured-in-massacre.html. Heintað October 2, 2017. "Authorities first received calls about an active shooting at about 10:08 p.m. Country music star Jason Aldean was performing at the Route 91 Harvest Festival when the gunfire erupted." 
  2. Sanders, Emmeline (October 02, 2017). "Terrifying moment country music star Jason Aldean's Las Vegas performance is cut short by gunfire'". http://www.mirror.co.uk/3am/celebrity-news/jason-aldean-vegas-shooting-performance-11273115. 
  3. http://www.cnn.com/2017/10/02/us/las-vegas-shooting-live/index.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið