Jan Erik Vold
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jan Erik Vold var føddur í Oslo 18. okt. 1939. Hann gjørdi vart við seg sum yrkjari í 1960-árunum. Hann er fjølbroyttur yrkjari. Tann óhátíðarligi og skemtiligi yrkjarastílurin var nýskapandi og slóðbrótandi. Hann er eisini kendur bókmentakritikari og ummælari. Yrkingin "Vi skal pumpe dig opp" er upprunaliga úr savninum "Hvitt ark", sum kom út í 1966.