Jørgen Landt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jørgen Jørgensen Landt (1751 í Bred í Assens – 26. juni 1804 í Bornholm) var borin í heim umleið ár 1751 í Bred í Danmark. Í 1773 leitaði hann á lærda háskúlan í Keypmannahavn og tók prógv har í 1777. Í 14 ár virkaði hann sum privatlærari, áðrenn hann í 1791 varð útnevndur til sóknarprest í Norðstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Kvívík. Hann giftist í 1792 við Anniku Hedevig Djurhuus, dóttir Johan Christian Djurhuus á Nesi og norsku konu hansara, Mariu Rønning.

Í sjey ár røkti Landt embætið í Norðstreymoy, men í 1798 søkti hann vegna heilsubrek aftur til Danmarkar, har hann fekk embæti í Olsker og Allinge. Her doyði hann í 1804.

Ritverk[rætta | rætta wikitekst]

  • Om tvende færøske Bløddyr í Naturhistorie-Selskabets Skrifter, IV. 1. Heft. 1797, S. 38-43.
  • Forsøg til en Beskrivelse over Færøerne. Keypmannahavn 1800.
    • Nachdruck: Einars Prent og Forlag. Tórshavn 1965.
    • A description of the Faroe Islands, containing an account of their situation, climate, and productions, together with the manners and customs of the inhabitants, their trade etc. 1810.