Jørgen Ingmann

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jørgen Ingmann

Jørgen Ingmann Pedersen (26. apríl 1925 - 21. mars 2015), var ein jass og pop tónleikari frá Keypmannahavn í Danmark. Hann er mest kendur fyri at hava vunnið Eurovision Song Contest í 1963, saman við konu síni Grethe og sanginum Dansevise.

Lívs- og Starvsleið[rætta | rætta wikitekst]

Jørgen Ingmann Pedersen, var føddur í Keypmannahavn í 1925. Hann framførdi fyri fyrstu ferð sum guitaristur saman við Svend Asmussen, ið var ein jazz violinistur í 1940-árunum og fyrst í 1950-árunum í einum bólki sum kallaðist "Sviadanirnir"[1]

Jørgen var ávirkaður av amerikanska guitaristinum og tónleikastudio eigaranum Les Paul. Mitt í 1950-árunum setti Jørgen upp sítt egna tónleikastudio, har hann uppfangaði teknikkir, ið vóru vanligar í Amerika, og byrjaði at upptaka tónleik undir navninum Jørgen Ingmann og hans guitar.[1] Undir heum navni útgav hann "Apache", sum upprunaliga hevði verið útgivið av enska tónleikabólkinum "The Shadows". Útgávan hjá Jørgen varð nummar eitt í Kanada, nummar tvey á pop listanum, og nummar níggju á R&B lista Billboard í USA, og nummar 6 í Týsklandi.[2]

Í fyrru helvt av 1960-árunum hevði Jørgen fleiri hitt í Týsklandi, harímillum kunna nevnast "Pepe" (nummar 15 í 1961), "Anna" (nummar 19 í 1961), "Violetta" (nummar 16 í 1962), "Drina Marsch" (nummar 5 í 1964) og "Zorba le Grec" (nummar 14 í 1965)[3] Billboard blaðið segði frá at Jørgen hevði verið á øðrum plássi á donsku hittlistunum við sanginum "Marchen til Drina" tann 7. desember 1963.[4] Sami sangur var vorðin nummar eitt tann 17. desember sama ár. Aðrir sangir, ið kunna nevnast eru "Tequila" og "Pinetop's Boogie Woogie" frá 1962.

Jørgen og Grethe Ingmann á vinnarapallinum í Eurovision Song Contest í 1963.

Í 1963 vann Jørgen tað danska Melodi Grand Prixið saman við konu síni Grethe og sanginum Dansevise. Seinni sama ár umboðaðu tey Danmark í Eurovision Song Contest við sama sangi og vunnu kappingina. Tónleikurin var skrivaður av Otto Francker og teksturin var skrivaður sc Sejr Volmer-Sørensen.[5] Jørgen var í fleiri ár "indspilningschef" hjá fyritøkuni Metronome. Hann trakk seg aftur frá tónleikalívinum í 1984 aftaná ein sjúkralegu, sum hevði við sær at hann fekk lampufepur (senuskrekk).[6]

Jørgen Ingmann doyði í Holte í Danmark tann 21. mars 2015. Eftir hann eru tvey børn og fimm barnabørn.[7]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið