Jörg Haider

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jörg Haider

Jörg Haider (26. januar 195011. oktober 2008) er kendur í Evropa sum andlitið hjá teim ektremt høgravendu flokkunum. Kendi sera høgravendi politikkarin lat lív, tá hann fór út av vegnum nærhendis bústaði sínum í Eysturríki. Á valinum í septembur 2008 fekk flokkur hansara, Frælsisflokkurin, 10,7 prosent av atkvøðunum. Jörg gjørdi politiska karrieru í Eysturríksa Frælsisflokkinum, og í 1986 gjørdist hann leiðari í flokkinum. Undir hansara leiðslu flutti flokkurin seg út á uttasta høgra vong, og nógv fleiri umstrýddar útsagnir gjørdu hann kendan í øllum Evropa. M.a. rósti hann Waffen SS, og heiðraði fyrrverandi limum í nazistiska úrvalsherðliðnum. Jörg Haider fór frá sum leiðari í frælsisflokkinum í 2000, og í 2004 fór hann úr flokkinum, og stovnaði sín egna flokk, Samgonguna Fyri Framtíð Eysturríki. Jörg Haider var provinsguvernørur í Kärnten nú hann doyði. Sambært eysturríkskum miðlum koyrdi hann út av vegnum og bóltaði fleiri ferðir. Sambært VG var Jörg Haider einsamallur í bilinum, sum koyrdi út av vegnum í Klagenfurt í deilstatinum Kärnten. Jörg Haider gjørdist 58 ára gamal.