Jóhanna Sigurðardóttir
Jóhanna Sigurðardóttir (f. 4. oktober 1942 í Reykjavík) er forsætisráðharri í Íslandi. 67 ára gamla Jóhanna Sigurðardóttur úr íslendska Javnaðarflokkinum, Samfylkingini, er forsætisráðharri í Íslandi og leiðari av samgonguni, sum hevur fingið heitið "bjarginarstjórnin". Jóhanna hevur áður verið almannaráðharri. Hon er fyrsta kvinna, sum er stjórnarleiðari í Íslandi. Ísland hevur áður havt kvinnu sum forseta, Vigdís Finnbogadóttur.
Jóhanna Sigurðardóttir hevur áður verið flogterna og er gift íslendska rithøvundinum Jóninu Leósdóttur. Hon er so statt samkynd, og sum slík eisini heimsins fyrsti samkyndi stjórnarleiðari. Jóhanna hevur verið almannaráðharri í tveimum umførum, og hon er kend fyri arbeiði sítt at bøta um korini hjá rørslutarnaðum, gomlum og kvinnum, sum hava verið fyri yvirgangi.