Jógvan Krosslá

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jógvan Krosslá í februar 2013

Jógvan Edmund Krosslá (føddur í 1941) úr Vági er ein føroyskur politikari. Hann var borgarstjóri í Vágs kommunu frá 1. januar 2003 til 31. desember 2004. Síðan var hann varaborgarstjóri frá 1. januar 2005 til 31. desember 2012. Hann umboðaði Tjóðveldi øll árini meðan hann var býráðslimur og borgarstjóri í Vágs Býráð. Jógvan er giftur við Mariu (Miu) Krosslá, tey eiga 6 børn: Eyðbritt, John Eli, Mary, Arnleyg, Sólrun og Jógvan Páll. Jógvan er sonur Elias og Emmu Joensen, tey vóru ættaði úr Sørvági. Elias var býráðslimur í Vágs býráð 1975-76. Døturnar hjá Jógvan hava allar spælt hondbólt við VB. Í nøkur ár spældu allar fýra við besta kvinnuliðnum hjá VB. Nú eru tað abbabørnini sum spæla hondbólt við VB og fleiri abbasynir spæla eisini fótbólt við FC Suðuroy.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]