Jógvan Ingvard Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jógvan Ingvard Olsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 8. jul 1930 í/á Toftir
Starv bóndi, fiskimaður, skipari, reiðari, politikari
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Foreldur faðir Jens Christian Olsen
Dátuheiti

Jógvan Ingvard Olsen (f. 8. juli 1930 á Toftum) er fyrrverandi reiðari og politikari fyri Sambandsflokkin.

Jógvan Ingvard Olsen fekk skiparaprógv í 1953 og skipsføraraprógv í 1954. Hann arbeiddi sum skipari frá 1958 og sum reiðari og skipari frá 1958.

Hann var tingmaður fyri Sambandsflokkin 1970-1998, harav var hann tingformaður juli-sept. 1994 og 1995-1998. Han var landsstýrismaður í fiskivinnu- og orkumálum juni 1989 til januar 1990.

Av øðrum sessum kunnu nevnast, at hann var bygdaráðslimur í Nes kommunu 1974-1980, harav bygdaráðsformaður í kommununi 1976-1980 og jan.-aug. 1989, at hann var formaður í Lønjavningargrunninum, hann sat í umboðsráðnum fyri Tryggingarsambandið í nøkur ár og í Norðurlandaráðnum 1991-93.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]