Jógvan Hansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jógvan Hansen (føddur 28. desember 1978 í Klaksvík) er føroyskur sangari og guitarleikari, sum býr í Íslandi. Jógvan er útbúgvin hárskeri.

Lívsleið innan tónleik[rætta | rætta wikitekst]

Vann X-factor í Íslandi[rætta | rætta wikitekst]

Í 2007 luttók Jógvan í fyrstu X-Factor sendingini hjá íslendingum. Jógvan vann kappingina við 70 % av atkvøðunum.

Söngvakeppni Sjónvarpsins (Eurovision)[rætta | rætta wikitekst]

Jógvan hevur fleiri ferðir luttikið í íslendsku tónleikakappingini Söngvakeppni Sjónvarpsins, sum er innleiðandi kappingin til evropeisku tónleikakappingina Eurovision, vinnarin av Söngvakeppni Sjónvarpsins sleppur at umboða Ísland í Evrovision. Í 2009 luttók Jóvan við sanginum "I Think The World of You", sangurin kom í finaluna og endaði á einum fjórðaplássi.[1] Í 2010 luttók Jógvan við sanginum "One More Day". Sangurin gjørdist nummar tvey. Nummar eitt slapp víðari til Eurovision Song Contest í Noregi. Í 2011 luttók hann aftur í íslendsku tónleikakappingini Söngvakeppni Sjónvarpsins, hesaferð við sanginum Ég lofa. Hann kom í finaluna, men vann ikki kappingina. Í januar 2013 luttekur Jógvan fyri fjóru ferð í Söngvakeppni Sjónvarpsins í Íslandi. Hesaferð fer hann at syngja duet saman við 20-ára gomlu Stefanía Svavarsdóttir, tey fara at syngja sangin Til þín.[2] Jógvan og Stefanía sungu seg í finaluna leygarkvøldið 26. januar 2013. Finalan verður 2. februar 2013 í Hörpuni í Reykjavík.[3]

  • 2009 - “I Think The World Of You”, endaði á fjórðaplássi
  • 2010 “One More Day”, sangurin endaði næstfremstur
  • 2011 “Ég lofa”, sangurin kom í finaluna
  • 2013 “Til þín” - saman við Stefaníu Svavarsdóttir

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Saman við øðrum[rætta | rætta wikitekst]

  • 1998: After These Messages við Aria
  • 2001: Kular Røtur
  • 2009: VINALÖG, eftir Friðrik Ómar og Jógvan Hansen

Egnar útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2007: Jógvan

Tónleikabólkar[rætta | rætta wikitekst]

Jógvan var forsangari í føroyska tónleikabólkinum Aria í 1990'unum. Bólkurin gav út fløgu í 1998 við heitinum After These Messages. Í 2001 var Jógvan limur í tónleikabólkinum Kular Røtur, sum gav út tríggjar fløgur og tveir videofilmar.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. [Atlantic Review (blað), várið 2010, útgivið hevur Atlantic Airways]
  2. Planet.fo Archived 2013-01-16 at the Wayback Machine Jógvan kappast aftur í Íslandi
  3. Planet.fo Archived 2013-01-29 at the Wayback Machine Jógvan og Stefanía í finaluni

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]