Jóansøkufestivalurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jóansøkufestivalurin varð á fyrsta sinni hildin á Jóansøku 2006 í Vági. Festivalurin var tá aftursvar upp á tónleikafestivalin Mjús á Sandi, sum í 2005 varð hildin fyrstu ferð, júst á Jóansøku. Fyri at Jóansøkan ikki skuldi missa ov nógvar stevnugestir til Mjús valdu suðringar so at skipa fyri sínum egna tónleikafestivali. Í 2007 varð hesin tónleikafestivalur hildin á Tvøroyri, men í 2008, tá Jóansøkan var í Vági, bleiv ongin tónleikafestivalur hildin. Árið eftir, í 2009, tá Jóansøkan var á Tvøroyri, var Jóansøkufestivalin aftur, hesaferð niðri á Havnalagnum við Seglloftið.

Jóansøkufestivalurin 2009 - Stuðulskonsert til frama fyri Saltsiloina[rætta | rætta wikitekst]

Brandur Enni á Jóansøkufestivalinum 2009 á Tvøroyri.

Jóansøkufestivalurin 2009 á Tvøroyri varð stuðulskonsert til frama fyri Project Salt, sum er verkætlan til frama fyri at endurbyggja Saltsiloina á Drelnesi til eina konserthøll og mentanarhús. Nógvir føroyskir tónleikabólkar og sangarir og ein danskur DJ framførdu uttan kostnað á Jóansøkufestivalinum 2009 á Tvøroyri. Teir luttakandi bólkarnir og einstaklingarnir vóru hesir:

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

  • Flickr.com, Myndasavn á Flickr frá Jóansøkuni og Jóansøkufestivalinum 2009 á Tvøroyri