Jóannis Kristiansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jóannis Kristiansen (12. februar 1918 í Leirvík - 3. mars 1988 í Keypmannahavn), ofta eisini nevndur leirvíksmálarin, var listamálari. Hann giftist 1967 við Else Margrethe Bonke úr Hvidkilde á Lollandi, og hon er á mongum av hansara persónsmyndum. Jóannis fór í 1935 til Danmarkar, har hann fór í handverkslæru sum málari. Tá lærutíðin var lokin, var seinni heimsbardagi brostin á, og Jóannis var eins og mangir aðrir føroyingar verandi í Danmark krígsárini. Hesi árini slapp hann at útbúgva seg á listarliga økinum. Í 1941-42 kom Jóannis inn á Tegne- og malerskolen "Studio" í Palægade. Seinni kom Jóannis í læru hjá myndahøggaranum Ib Schmedes, sum hevði næmingar sínar á Den Kongelige Afstøbningssamling á Statens Museum for Kunst, og endiliga – í 1944 – lá gøtan opin inn á Kunstakademiið.

Jóannis varð búgvandi í Danmark til hann doyði í 1988, men vitjaði javnan í Føroyum um sumrini at mála. Nógvir av málningum hansara hava myndevni úr Leirvík og har um leiðir.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]