Jóannes Jakobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Jóannes Jakobsen (føddur 25. august 1961) er ein føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari og landsliðsleikari. Hann hevur spælt fótbólt við HB frá barndómsárum til 1990 og síðan við ymiskum føroyskum liðum. Jóannes er hjálparvenjari á føroyska a-landsliðnum hjá monnum.[1] Jóannes er ættaður av Kamarinum í Havn og er ikki bara evnaríkur innan ítrótt, hann er eisini sangari, sangskrivari og tónasmiður og hevur útgivið trýggjar tónleikaútgávur umframt at hann er við á fleiri øðrum útgávum.

Innihaldsyvirlit

Lívsleið innan fótbólt [rætta]

  • 1977-1990 HB
  • 1991-92 VB
  • 1993-95 HB
  • 1995-98
  • 1999 HB
  • 2000-01 B68
  • 2002 HB (venjari, spældi nakrar dystir við næstbesta liðnum)

Landsliðsleikari [rætta]

Jóannes Jakobsen var ein av landsliðsleikarum Føroya, tá Føroyar av fyrstan tíð sluppu at luttaka í altjóða kappingum. Hann var liðskipari á tí fyrsta Føroyska landsliðnum, sum vann søguliga sigurin 1-0 móti Eysturríki. Hann var liðskipari á landsliðnum tey fyrstu árini. Jóannes spældi 25 landsystir fyri Føroyar frá apríl 1989 til 1993.[2]

Tónleikaútgávur [rætta]

  • Hvat bagir, 1990
  • Royn tínar veingir, 1995
  • Myrkursins gongumenn, 1998

Er við á hesum útgávum [rætta]

  • Vit herja á, 1990
  • Reytt og svart, 1993
  • Sangur til frælsi, 2000
  • Hetta er eisini mítt land, M'as Blues Band, 2001
  • Hetta er eisini mítt land II, M'as Blues Band, 2003
  • Kyndil 50 ár, 2006[3]

Uppsamlings fløgur [rætta]

  • Tólvti maður, 1998
  • Alt, Kim Hansen, 2005

Keldur [rætta]

  1. FSF.fo, Venjarar og leiðarar
  2. FSF.fo, Landsliðsleikarar 1988 - 2012
  3. Rateyourmusic.com

Slóðir [rætta]