Ivan Johannesen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ivan Johannesen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 28. jun 1934 í/á Miðvágur
Andaðist 18. apr 2012
Starv politikari, reiðari, skipari, mechanic
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Mál Føroyskt mál
Dátuheiti

Ivan Johannesen (f. 28. juni 1934 í Miðvági, d. 18. apríl 2012) var reiðari og politikari fyri Sambandsflokkin.

Hann var útbúgvin maskinsmiður 1951, sum maskinpassari-motorpassari 1955 og sum maskinmeistari 1958. Hann starvaðist sum maskinmeistari í føroyska fiskiskipaflotanum 1955-77, sum skipari og reiðari 1977-78, og sum reiðari 1991-

Ivan Johannesen var løgtingslimur árini 1978-88 og 1994-1998, undantikin skeið sum landsstýrismaður. Árini 1989-1991 var hann landsstýrismaður í fíggjar-, sjóvinnu- og kommunumálum, í 1994-1996 í fiskivinnumálum og alivinnumálum og í 1996-1998 var hann landsstýrismaður í vinnu-, alivinnu- og landbúnaðarmálum.

Hann sat sum bygdaráðslimur í Miðvágs kommunu 1970-74. Hann var umboðsráðslimur í SEV 1971-1975 og stýrislimur í SEV 1975-1989, harav formaður 1981-1985.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]