Internet Explorer

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Internet Explorer hevur verið standardbrowsari hjá Microsoft í 20 ár (1995-2015), og einaferð stóð Internet Explorer fyri 95 % av brúkinum á internetinum.[1] Men í 2015 eru mest nýttu browsarinir Google Chrome, Opera, Safari og Mozilla Firefox. Á ráðstevnuni hjá Microsoft í amerikanska býnum Atlanta 17. mars 2015, kunngjørdi sølustjórin Chris Capossela, at nýggja Windows 10 skipanin fer at hava ein nýggjan browsara, og altso ikki Internet Explorer.[2] Internet Explorer verður altso avtikið í 2015.[3][4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.bbc.co.uk/news/10095730
  2. http://www.bloomberg.com/news/articles/2015-01-22/microsoft-lines-up-spartan-browser-as-explorer-s-moment-fades
  3. http://www.theverge.com/2015/3/17/8230631/microsoft-is-killing-off-the-internet-explorer-brand
  4. http://qz.com/364122/microsoft-is-scrapping-internet-explorer/