Indonisiska AirAsia 8501 flogvanlukkan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
AirAsia flogfar 8501
Flogleiðin hjá flogfarinum og seinasta staðsetingin, tá ið seinasta sambandi var við flogkapteinin, teknað inn á veðurkortið fyri tað tíðina, ið flogfarið datt niður.
Rutan hjá flogfarinum

AirAsia Indonesia flogfar QZ 8501, var eitt indonesiskt Airbus A320-flogfar, ið var bygt í 2008. Hin 28. desember 2014, ið var sunnudagur, hvarv tað á rutuni frá Surabaya í Indonesia til Singapore við 155 ferðafólkum og sjey starvsfólkum umborð. Hildið var, at tað var dottið niður í norðara parti av Javahavinum í Karimatasundinum millum oyggjarnar Java, Sumatra og Borneo. Týsdag seinnapart lokala tíð hin 30. desember 2014 vóru vraklutir av horvna flogfarinum og meira enn 40 lík funnin í Kirimatasundinum. Tað var staðfest, at talan var um vraklutir av AirAsia QZ 8501 flogfarinum.[1][2]

Flogfarið misti sambandið við flogleiðararnar í Jakarta kl. 0.17 lokala tíð (kl. 7.17 føroyska tíð) eftir at hava fingið noktandi svar uppá fyrispurning um at sleppa at flúgva hægri uppi orsakað av óveðri. Tætt flogferðsla var í økinum júst tá, seks onnur flogfør vóru á leiðini, tí var svarið noktandi. Flogskiparin spurdi eisini, um hann kundi snara til vinstru, tað slapp hann heldur ikki.

Ferðafólk og manning[rætta | rætta wikitekst]

AirAsia almannakunngjørdi tjóðskapin hjá teimum 162 ferðafólkunum og manningini á flogfarinum, sum taldi 144 vaksin fólk, 17 børn og eitt pinkubarn.[3] Kabinustarvsfólkini vóru fýra flogternur. Harumframt hevði AirAsia ein maskinmeistara sum við sum partur av flogmanskapinum umborð.[3]

Pilotarnir umborð vóru:[4]

  • Kapteinur Iriyanto, ið var indonesi, og sum hevði flogið 20,537 flogtímar, harav 6,100 vóru við AirAsia Indonesia á Airbus A320.
  • Annar flogskipari var Rémi Emmanuel Plesel, ein fraklendingur, ið samanlagt hevði flogið 2,275 tímar við AirAsia Indonesia.[3]
Persoar umborð eftir tjóðskapi[5]
Tjóðskapur Tal
 Indonesia 155
 Suðurkorea 3
 Frakland 1
 Maleisia 1
 Singapor 1
 Stóra Bretland[6] 1
Tilsamans 162

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. jp.dk - Over 40 lig fundet blandt vragrester i Javahavet
  2. Aktuelt.fo - 40 lík av horvna flogfarinum funnin[deyð leinkja]
  3. 3.0 3.1 3.2 AirAsia. "AirAsia Indonesia Flight QZ8501". http://crisis.airasia.com/index.html. Heintað 28 December 2014. 
  4. "LIVE BLOG: AirAsia QZ8501 from Indonesia to Singapore missing 28. desember 2014". http://www.channelnewsasia.com/news/singapore/liveblog-airasia-qz8501/1553132.html. Heintað 2014-12-30. 
  5. "[Updated statement QZ8501 (as at 6:54pm, GMT+8)"]. 28. desember 2014. https://www.facebook.com/notes/airasia/updated-statement-qz8501-as-at-654pm-gmt8/10152668456948742. Heintað 28. desember 2014. 
  6. Hong Kong resident among passengers on missing AirAsia flight South China Morning Post, 29. des. 2014
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo