Ice Cube

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Ice Cube

O'Shea Jackson (føddur 15. juni 1969) betri kendur við sínum kunstnaranavni Ice Cube er ein amerikanskur rappari, sjónleikari, tónleikaframleiðari, filmframleiðari, leikrithøvundur og leikstjóri. Hann byrjaði lívleiðina sum ein limur í hip-hop bólkinum C.I.A. og seinni gjørdist hann partur av N.W.A (Niggaz Wit Attitudes). Eftir at hann var givin í N.W.A í desember 1989 bygdi hann við hepni upp eina solokarrieru innan tónleik og eisini sum rithøvundur, leikstjóri, sjónleikari og framleiðari í biografum. Harafturat hevur hann verið ein av framleiðarunum av Showtime sjónvarpsrøðunum Barbershop og TBS røðunum Are We There Yet?, ið báðar eru grundaðar á filmarnar, har ið hann spældi høvuðsleiklutin. Í juli 2014 hevur Ice Cube selt yvir 38 milliónir plátur í USA.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]