Hoyvíkar kirkja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Hoyvíkar kirkja varð vígd 4. november 2007. Tað var Hans Jacob Joensen, bispur, ið vígdi kirkjuna.

Margretha drotning legði grundarsteinin hin 20. juni í 2005. Innskriftin er úr 5. Mós: Bústaður er hin ævigi Guð, og her niðri eru hinir ævigu armar.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Kirkjuklokkan

Kirkjuklokkan er gjørd í Tønsberg, Vestfold í Noregi, og hon er gjørd úr málmi. Á kirkjuklokkuni stendur eitt ørindi, sum Gunnar Hoydal hevur yrkt:

UM BYGDAN
HAGA, VÍK OG DAL
Í LJÓSINS VERKI EG
LJÓÐA SKAL

[rætta] Urgan

[rætta] Altartalvan

Altartalvuna málaði Sven Havsteen-Mikkelsen. Eivind Vilhelm, varabiskupur, og onnur tóku stig til at fáa altartalvuna til Føroya. Ætlanin var at nýta altartalvuna í einari nýbygdari kirkju, og tí hevur altartalvan hingið til láns í Meinigheitshúsinum í Havn.

[rætta] Doypifunturin

Doypifunturin er gjørdur úr føroyskum gróti.

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð