Hilmar Kass

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Poul Martin Hilmar Kass (føddur 2. desember 1926 á Strondum) er ein fyrrverandi føroyskur lærari og politikari (Sjálvstýrisflokkurin).

Hann varð útbúgvin stýrimaður í 1950, seinni sama ár tók hann eisini prógv sum skipari, og árið eftir í 1951 sum skipsførari. Seinni fór hann at lesa til lærara á Føroya Læraraskúla, hagani hann tók prógv í 1962. Kass hevur verið sjómaður og skipari og var lærari á Tórshavnar millum- og realskúla 1962–1963, á Føroya Studentaskúla 1963–1969, og á Føroya Sjómansskúla 1969–1994, har hann eisini var varaskúlastjóri 19731993 og skúlastjóri í fyrru helvt av 1994. Hann var sensor á Føroya Sjómansskúla 1966–1969.

Hilmar Kass var nevndarlimur í Tryggingarsambandinum Føroyar 19821997 (formaður frá 1985), stýrislimur í stýrinum fyri Føroya Barnaheimi 19811984, styrislimur í Hvíldarheiminum Naina 1981–1984, og limur av Sjórættinum 1963–1969.

Hilmar Kass var valdur inn á Føroya Løgting í Suðurstreymoy 19661988. Hann var formaður í Løgtingsins marknaðarnevnd, ið svarar til Løgtingsins uttanlandsnevnd, 19701974 og 1981–1988.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]