Hilmar Bech

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hilmar Bech
er eitt menniskja
Fødd(ur) 19. jul 1933 í/á Porkeri
Andaðist 18. aug 2016
Starv politikari, lærari
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin
Dátuheiti

Jegvan Hilmar Bech (føddur 19. juli 1933 í Porkeri, deyður 18. august 2016) var ein føroyskur lærari og politikari (Javnaðarflokkurin). Hann varð útbúgvin lærari frá Haslev seminarium frá 1958, og starvaðist sum lærari í Vági 1958–1959, og síðan í Porkeri til 1999. Hann var bygdarráðslimur í Porkeris kommunu 19621966. Hann hevði eisini fleiri onnur almenn álitisstørv. Hann umboðaði Javnaðarflokkin á Føroya Løgtingi frá 19701984, valdur inn í Suðuroyar valdømi. Løgtingsformaður 19791980. Bech var varalimur til Løgtingið 1984–1990.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 258. (PDF)